Fundir og ráðstevna

Í døgunum 7. til 10. mars var MBF umboðað á norðurlendskum fundum og ráðstevnu um ST sáttmálan í Helsinki. Týdningurin í norðurlendskum samstarvið liggur serliga í samskiftinum um umstøðurnar hvør hjá øðrum, og hvussu vit saman kunnu varpa ljós á avbjóðingarnar á brekøkinum. Grundleggjandi hava londini somu avbjóðingar í at síggja fulla inklusjón og javnrættindi hjá teimum, ið bera brek.