Ráðstevna í Mariehamn

Í døgunum 14. og 15. november 2016 var MBF við á ráðstevnuni í Mariehamn um rættindi, sum skulu verða tryggjað í ST sáttmálanum, hjá børnum og ungum, ið bera brek. Børn og ung eiga í ST sáttmálanum fleiri rættindi, men hvussu virka hesi rættindi í verki innan útbúgving, arbeiði, í ymiskum møguleikum at vera virkin í samfelagnum, innan heilsu, í seksualitet og so framvegis.