'

Fyrsti næmingur á serbreytini floygdur

Mánadagin 4. januar var skipað fyri hugnaligari próvhandan á Tekniska Skúla í Klaksvík, har Jón Niclasen, sum fyrsti næmingur á Serbreytini á miðnámi, fekk húgvuna og handað OCN-prógv. Hann fer nú sjálvur at royna flogið og fer víðari á yrkisleiðini.