Myndir
Altjóða dagur teirra, ið bera brek 2019
Altjóða dagur teirra, ið bera brek 2019 var hátíðarhildin í Smæruni í Tórshavn. Hendan dagin valdi MEGD at vísa á grein 26 í ST-sáttmálanum, har ásett er, at Føroyar skulu taka munadygg og hóskandi stig til at gera fólk, ið bera brek, før fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði, fullan likamligan, sálarligan, sosialan og vinnuligan førleika og fullvegis part og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum. Hvussu gera vit tað? Tað var spurningurin, vit setu undir heitinum „Eitt virkið lív” um luttøku í øllum lívsins viðurskiftum. Á skránni var framløga, kjak, persónligar søgur, framsýning av barnatekningum, tónleikur, kaffi og prát.
Kvøldið byrjaði við framløgu frá Heina í Skorini, Ph.D í altjóða politikki, undir heitinum „Ímillum vinir og fíggindar: Føroyar, ST og altjóða lóg.” Tey, ið eisini vóru við eru Kaj Leo Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, Eyðun Christiansen, stjóri í kommunufelagnum, Hallur Thomsen, depilsstjóri í Almannaverkinum og Marjun Poulsen, fysioterapeutur og master í heilsuvísindum, sum fingu høvi at seta orð á avbjóðingar og loysnir. Hervør Lützen og Katrin Dagbjartsdóttir søgdu frá teirra søgu og royndum á økinum. Herborg Torkilsdóttir spældi, og Óluva Zachariassen var orðstýrari.