Verkstaðið Vón við á framsýning í New York

14. februar er Valentinusmessa, og tá verður fokus sett á kærleikan. Í ár setti felagsskapurin Positive Exposure við myndamanninum Rick Guidotti á odda upp framsýning í New York við list úr øllum heiminum. Verkstaðið Vón var við, og her eru vøkru myndirnar.

Tey, ið hava evnað myndirnar til eru: Bárður Nybo, Inga Maria Danielsen, Eyðna Rasmussen, Hildur Stakksá, Jón Kári Poulsen, Jón Gregersen, Rúni Jacobsen, Ólavur Eliasen og Hans Jákup Bárá.

Her ber til at síggja livandi myndir frá framsýningini: https://www.facebook.com/positiveexposure/videos/783998575562386