Myndir
Á vitjan á samskiftisdepli, einum fólkaskúla og á Vive í Keypmannahavn
MEGD vitjaði í vikuni á Kommunikationscentret, sum liggur í donsku høvuðsstaðarregiónini. Á samskiftisdeplinum, Kommunikationscentret, hava tey servitanina og samstarva við kommununa um at útvega borgarum neyðugu hjálpina, ið kann avmarka fylgjurnar av ítøkiligu samskiftisavbjóðingini. Eisini vitjaði MEGD SPK skúlatilboðið, sum liggur saman við Langelinieskolen á Østerbro. SPK skúlatilboðið er fyri børn, ið hava tørv á týðiligum samskifti og granskingardepilin Vive, sum granskar og ger analýsur í vælferð í danska samfelagnum.