Myndir
Skuggafrágreiðing í Geneve
Í døgunum 14. og 15. apríl 2014 vóru umboð fyri MBF – Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum – í Geneve og løgdu fram skuggafrágreiðing viðvíkjandi ST sáttmálanum um rættindi hjá teimum, sum bera brek. Framløgan var í Palais Wilson, sum er høvuðssætið fyri mannarættindi hjá ST. Hetta var ein serstakur møguleiki fyri MBF, sum er meginfelagið og harvið umboðar tey 23 limafeløgini við umleið 4000 limum.
ST sáttmálin um rættindi hjá teimum, sum bera brek, varð samtyktur á Føroya Løgtingi 13. mai 2009. Grundað á sáttmálan peikar skuggafrágreiðingin á tey viðurskifti, sum Føroya løgting enn ikki nøktandi hevur tikið stig til fyri at íverkseta og harvið eisini halda sáttmálan.
Frá byrjan var avbjóðandi hjá MBF at velja, hvar arbeiðið við skuggafrágreiðingini skuldi byrja, tí skjótt gjørdist greitt, at neyðugt var at halda seg til eitt avmarkað pláss í donsku frágreiðingini. Limafeløgini í MBF fingu møguleika at senda tilfar til frágreiðingina inn á MBF skrivstovuna. Eisini vóru formansfundir, har frágreiðingin varð viðgjørd. Í august 2013 fingu øll limafeløgini skuggafrágreiðingina til hoyringar, og út frá hesum varð valt, hvørjar greinar skuldu við hesaferð.
Hetta er fyrstu ferð, at ein føroysk skuggafrágreiðing er skrivað og løgd fram, og vóru umboðsfólk hjá ST fegin um eina vælskrivaða og upplýsandi frágreiðing. Frágreiðingin, sum eisini er týdd til enskt og spanskt, er á føroyskum at finna á mbf.fo.
Av teimum tilsamans 50 greinunum í sáttmálanum hevur MBF, í neyvt raðfestu frágreiðingini, tikið partar av 12 ymiskum greinum. Serliga varð dentur lagdur á grein 33 um innlendis ígildisetan og eftirlit.
Í dag er einki ávíst aðalráð, sum hevur ábyrgd av at seta ST sáttmálan í verk. Tá ið sáttmálin í 2009 varð samtyktur og settur í gildi í Føroyum, var tað Uttanríkisráðið, sum hevði ábyrgdina. Eftir at Uttanríkisráðið varð niðurlagt, varð ábyrgdin ikki givin víðari. Limafeløgini hjá MBF heita tí á ST um at áleggja Landsstýrinum at gera eina ætlan fyri, hvussu sáttmálin skal setast í verk í føroyska samfelagnum og geva ávísum aðalráði ábyrgdina av at samskipa leiðsluna av hesum arbeiði.
Nú skuggafrágreiðingin er løgd fram, eru umboðsfólk hjá ST farin at gera ein “list of issues”, sum eru spurningar til politisku skipanina um, hvørji ítøkilig stig eru neyðug fyri at tryggja, at sáttmálin verður settur í verk í føroyska samfelagnum. Eisini skal hetta arbeiðið ávirka, at lógir og aðrar skipanir í samfelagnum verða í samsvari við sáttmálan. Hesum fara embætisfólk hjá Landsstýrinum at svara í september í ár.
Tað, sum hevði stóran týdning fyri MBF á ferðini til Geneve, var at fáa Føroyar settar á kortið og at siga frá, hvørjar brekpolitiskar avbjóðingar Føroyar hava. Munur er á londum sum Føroyar og Danmark, og hetta varð eisini lýst bæði á fundi við Martin Babu, sum hevur høvuðsábyrgdina av Føroyum, Grønlandi og Danmark, og eisini til sjálva viðgerðina av frágreiðingini við ST nevndina.
Umboðini hjá MBF eru vælnøgd við ferðina og hava góðar vónir um, at nakað gott og ítøkiligt fer at spyrjast burturúr arbeiðinum við skuggafrágreiðingini.