Myndir
Einar burðardyggari Føroyar - tí tað er rætt at gera
Í dag var bjóðað til seks framløgur við tilsamans 164 tilmælum um einar burðardyggari Føroyar. Hetta var undir yvirskriftini Vakstrarforum, sum hevur til endamáls at birta upp undir virðisøking í týdningarmiklum geirum, siðbundnum vinnum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum á burðardyggari grund.