Myndir
Myndaframsýning á Biskupstorgi
Allan oktober 2022 var Bisupstorg karmur um myndaframsýningina „Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist”.
Nú framsýningin hekk uppi, skipaði MEGD fyri limafundi 27. oktober og hugnaløgu fyri tey, ið prýddu myndaframsýningina 28. oktober. Hetta var samstundis endin á framsýningini.
MEGD takkar tykkum, ið vitjaðu framsýningina, sangfuglunum, ið sungu og spældu fríggjakvøldið, lærarunum, sum saman við næmingunum, nýttu høvi at vitja søguløtuna, har søgan um Kengulambið legði upp til prát um, hvørji vit eru.
Góðar og gevandi løtur!