Búð- og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu

oktober 19, 2017

MBF fegnast um, at farið verður undir at byggja búð- og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu og at Austismufelagið er tikið við í tilgongdini.

MBF hevur hesar viðmerkingar til uppskotið:

Í uppskotinum verður víst til grein 19 í ST sáttmálanum fyri einstaklingar, ið bera brek, og tey rættindi hendan greinin leggur upp til, nevniliga rætturin til sjálvi at velja hvar og saman við hvørjum ein vil búgva. Í niðurstøðunum frá ST nevndini verður mælt frá at byggja stovnslíknandi bústaðir.

Eitt búð- og umlættingarheim, ið er 900 fermetur, við trimum eindum kann ikki líkjast einum privatum heimi, hvussu væl bygningurin fellur inn í umhvørvið. At pláss skal vera fyri at útbyggja eindina, ið frammanundan er rættiliga stór, meta vit sera óheppið.

Eftir upplýsingum frá Almannamálaráðnum verður ein vardur bústaður til fólk við sálarsjúku bygdur afturat í sama øki.

Vísandi til standardir fyri bygging av vardum bústøðum og bústovnum, ið MBF fekk til hoyringar í juli 2017, stendur undir 2. Staðseting: Tá ið vardir bústaðir skulu staðsetast verður støði tikið í tørvi og ynskjum hjá einstaka málbólkinum. Bústaðurin er karmur um lívið, ikki bert inni í bústaðnum, men eisini í nærumhvørvinum. Atlit skulu sostatt takast til, at borgarin kann taka lut í arbeiðslívi, frítíðar- og mentunarlívi, hava samband við familju og vinir, fara til handils og annars nýta tær tænastur og veitingar, ið nærumhvørvið hevur at bjóða, og sum er við til at geva lívinum meining og innihald. Vardir bústaðir skulu staðsetast soleiðis, at borgarin hevur hesar møguleikar.

Ein vardur bústaður er heim borgarans. Staðsetingin skal endurspegla hetta og skal tí liggja í vanligum íbúðarumhvørvi og skal ikki leggjast í serlig øki ella í útjaðarar í kommununi.

Til tess at sleppa undan stigmatisering og neiliga ávirkan skulu ikki ov nógvir vardir bústaðir og bústovnar liggja í sama øki. Hvussu nógvir bústaðir og bústovnar kunnu liggja í sama øki veldst um, hvussu nógv onnur hús og íbúðir eru í økinum, og hvussu nógv ætlandi fara at koma.

Atlit eru eisini at taka at, hvussu nógvar almennar leiguíbúðir liggja í økinum soleiðis,
at økið ikki bert kemur at fevna um almennar bústaðir.

Hetta seinasta hálvt annað ári síðan Autismufelagið hevur verið inni í málinum, er AMR farið undir at ístandseta Eirargarð 14-16. Afturat hesum, er ætlanin sambært upplýsingum úr AMR at byggja ein vardan bústað til fólk við sálarsjúku, sum fer at hýsa 5-8 persónum, og sum verður liðugur komandi ár.

Við búð- og umlættingarheiminum, til børn og ung við autismu, Eirargarði 14-16, bústaði til sálarsjúk, heiminum Eystan Heyg, koma 5 stovnar at húsast í sama øki, við tilsamans eini 80 fólkum umframt at møguleiki verður at byggja út.

MBF metir, at staðsetingin fyri bú- og umlættingarheiminum til børn og ung við autismu var góð, tó átti AMR at havt sínar egnu standardir í huga áðrenn ein fór undir at útbyggja og byggja aðrar nýggjar stovnar, ið ikki eru viðgjørdir í samband við tilgongdina, har Autismufelagið hevur verið við.

Um ætlanin er at samla brekøkið á einum stað, er tað tann boðskapurin ein skal bera fólki, tí at soleiðis sær hendan ætlan tykkara út fyri okkum.

Í einari tíð, har tað verður nógv tosa um vandan við stigmatisering, meta vit tað sera álvarsamt, at ein byggir fleiri stovnar sama stað, tí hóast bygningarnir venda út til høvuðsveg, er staðsetingin í sama øki.

Um vit skulu hugsa um hugtakið inklusión, meta vit at hetta uppskotið saman við øllum hinum, ið verður bygt í sama øki líkist einari eklusjón úr samfelagnum.

Vit vóna inniliga, at landsstýriskvinnan sær álvaran í tí, ið hendir í økinum og ger tær neyðugu broytingarnar, hetta so at vit kunnu tryggja, at man staðsetur stovnar á ein inkluderandi hátt og ikki á ein hátt, ið leggur upp til óneyðuga stigmatiserandi.

Viðvíkjandi tíðarætlanini meta vit ikki at tað er nøktandi, um fyrst verður farið undir at byggja stovnin í 2020/2021.

Ein annar álvarsligur spurningur er, um ein fram til farið verður undir at byggja stovnin, kemur at síggja aðrar broytingar í økinum enn tær, vit hava fingið kunning um.

At enda vóna vit, at okkara viðmerkingar verða tiknir til eftirtektar, og at tað ikki verða staðsettir fleiri stovnar í økinum.

Vinarliga v/ MBF
Ása Olsen, aðalskrivari

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024