Avtalan um fylgjaraskipan við Kommunufelagið eftirmett og undirskrivað

juni 14, 2018

MEGD hevur síðani 1. januar 2015 havt avtalu við Kommunufelagið um fylgjaraskipan. Hesa skipan hava mong fingið gleði av, og í dag varð avtalan eftirmett og undirskrivað av nýggjum.

Hvat er eitt fylgjarakort, spyrja fleiri. Fylgjarakortið hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið bera brek, og tískil hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast ella luttaka í ymiskum tiltøkum, hava rætt til at taka fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil ella atgongumerkið fyri fylgjaran.

Fylgjarakort verður útflýggja fólki, ið bera brek, og sum orsakað av breki teirra hava tørv á at hava fylgjara við sær, tá ið tey ferðast ella fara til ymisk tiltøk.

Tørvurin á fylgjara kann verða grundaður á bæði likamligt og sálarligt brek og er ikki treytaður av aldursmarki.

MEGD gleðist um avtaluna við Kommunufelagið um fylgjaraskipan, sum tryggjar, at stovnar, sum fáa rakstrarjáttan ella stuðulsjáttan frá kommununi, binda seg til at ganga inn í skipanina við fylgjarakorti sambært leiðreglum fyri fylgjarakort til fólk, ið bera brek.

Les leiðreglur her.

Støð har kortið annars er galdandi eru:
Norðurlandahúsið, Søvn Landsins, Listasavnið, Tjóðpallurin, Ítróttarsamband Føroya, Strandferðslan, Smyril Line og tiltøk, ið kommunurnar stuðla. Avtala er eisini gjørd við Atlantic Airways, har fylgjarin hjá tí ferðandi, fær 50% í avsláttri av grundprísinum, tó ikki av ferða- og avgreiðslugjøldum, og øðrum serprísum. 

Ábyrgdin hjá fylgjaranum er at vera saman við tí, sum ber brek, og geva honum smidliga hjálp, sum bæði fevnir um persónliga og praktiska hjálp og fylgi. Tørvurin á fylgjara kann verða grundaður á bæði likamligt og sálarligt brek og hevur einki aldursmark.

Seinastu tíðindi

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024

Uppskot til nýggja fosturtøkulóg

februar 5, 2024

Brekrættindaumboð: Frá pappíri til lógarfest rættindi

januar 23, 2024