MEGD nýggjan aðalskrivara

august 15, 2018

1. september tekur Jónvør Christiansen við starvinum sum aðalskrivari í MEGD, tá ið hon avloysir Ásu Olsen.   

Seinastu seks árini hevur Ása Olsen røkt starvið sum aðalskrivari og ynskir starvsnevndin í MEGD at takka henni fyri framfýsni, dugnasemi og nærlagni í starvinum. Serliga er tað arbeiðið við skuggafrágreiðingini til ST, sum fylti nógv frá fyrsta degi. Her setti Ása skjótt út í kortið og var ikki bangin fyri at taka við avbjóðingini. Úrslit sást týðiliga í niðurstøðunum, sum seinni vórðu sendar Føroya Landsstýri. Ása hevur eisini verið ein dyggur viðspælari hjá politiska myndugleikanum, sum í fleiri umførum hevur víst henni álit. Hetta hevur verið við til, at MEGD hevur sæð batar á fleiri økjum í samfelagnum.

Í september setir Jónvør Christiansen seg í sessin sum aðalskrivari. Jónvør er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur drúgvar royndir bæði sum leiðari og verkætlanarleiðari. Eisini hevur hon seinastu árini eftirútbúgvið seg. Í virkna arbeiðs- og lestrarlívi sínum hevur Jónvør vunnið sær breiðan fakførleika og praktiskar royndir á viðkomandi økjum og hevur eisini royndir at seta fyriskipanir í verki. Jónvør hevur seinastu árini arbeitt við Dygd og Menning í Tórshavnar kommunu.

Við hesum ynskir starvsnevndin í MEGD Jónvør hjartaliga tillukku við starvinum og gleðir seg til gott samstarv, ið heilt víst fer at føra føroyska samfelagið enn longur á javnrættinda leið.

Á myndini eru Tóra við Keldu, forkvinna, og Jónvør Christiansen, aðalskrivari.

Fleiri myndir her: Nýggjur aðalskrivari

Seinastu tíðindi

Norðurlendsk yvirlýsing - Vitlíki skal fremja rættindi og luttøku

juni 25, 2025

Hvør verjir vælferðina?

juni 20, 2025

Deyva Cecilie er sjúkrarøktarfrøðingur

juni 9, 2025

Hjartans tøkk bæði fólk, fyritøkur, feløg og kommunur

mai 27, 2025