Er súgvirør eitt hjálpitól ella tilhoyr til delikatan drykk?

juni 6, 2012

Súgvirør, kuffert á hjólum, kærulás, automatiskar hurðar, Google; øll hesi amboð eru dømi uppá universalt design ella algilt snið. Sniðgevar, framleiðarar og onnur hava brúkt tíð uppá at menna hesar lutir, sum eru sera gagnligir fyri øll og nátúrligir í okkara gerðandisdegi.

Universalt design ella algilt snið er ein háttur at sniðgeva allir lutir og umstøður at vera atkomulig fyri øll. Hetta í størsta mun tað ber til, óheft av aldri, førleika ella støðu. Algilt snið skal tæna yngri sum eldri við góðum og skerdum førleikum, í góðum og torførum støðum. Algilt snig tekur hædd fyri øllum støðum. 

Algilt snið er í dag eitt alment hugtak, og til ber at útbúgva seg og taka skeið í hesum førleika, bæði á lærdum háskúlum, á øðrum skúlum og um telduna. Hugtakið hevur eisini funnið veg inn í ST-sáttmálan um rættindi hjá teimum, ið bera brek. Í sáttmálanum stendur, at hugtakið algilt snið er at skilja sum snið á vørum, umhvørvi, skipanum og tænastum, sum øll fólk kunnu nýta mest møguligt uttan at neyðugt er at gera serligar tillaginar.

Hugtakið er tískilt formliga eisini galdandi fyri okkum. Tað er tí umráðandi, at tey ið byggja, gera landsløg o.a. hava førleika at arbeiða samsvarandi algiltum sniði. Føroyar innflyta so at siga flestu vørur og tænastur, og hava tískil ikki ávirkan á henda partin, men tað ger tað kanska enn meiri týdningarmikið, at vita og at kenna til hugtakið, algilt snið, tá veljast skal millum tað ótal av vørum og lutum, sum vit innflyta. 

Algilt snið verður eisini kallað Design For All, Inclusive Design og Barrier-Free Design. Terminologiin broytist, alt eftir hvussu ymsu londini hava tikið til sín hetta fak. Men uppgávan er framvegis tað socialpolitiska málið, at “inkludera” øll fólk, allir borgarar, øll menniskju í dagsins samfelag.

Tað hevur alstóran týdning hvussu ting eru sniðgivin, men tað hevur sanniliga eisini týdning at koma framat upplýsingum í dagsins informatiónssamfelagi, har kunning og atgongd til upplýsingar og harvið vitan, ofta eru avgerandi fyri hvørjar møguleikar tú hevur i gerandisdegnum. Vit kenna Google skipanina, sum eftir heilt fáum árum, hevur latið upp ein nýggjan heim við upplýsingum um, so at siga, alt ein kann hugsa sær. Teldan hevur eisini møguleika at geva bæði blindum og lesiveikum møguleika at fylgja við og fáa upplýsingar og gerast virkin partur í samfelagnum.

Tað er umráðandi at taka hædd fyri, at menniskjan broytist alt lívið. Pinkubørn og skúlabørn hava ymsan tørv, eins og ung og eldri eisini hava ymsan tørv, bæði tá tað kemur til at flyta seg og ferðast í samfelagnum, at lurta og hoyra og at síggja. Endamálið við algiltum sniði er at taka hædd fyri, at hóast vit øll eru menniskju, so hava vit sera ymsan tørv og førleikar og at førleikarnir broytast alt frá vøggu til grøv.

Ofta verður atkoma í breiðum týdningi knýtt at fólki ið eru førleikaskerd. Tað er eisini gott og rætt. Men ein breið hurð ella ein skái inn í t.d. ein handil ger tað nógv lættari hjá bæði illa gongdum fólki, teimum ið hava barnavogn ella -stól og hjá teimum, ið brúka koyristól at koma framat.

Tað gevur ikki meining at geva barni undir skúlaaldur eitt sporl á tallerkin og gaffil og knív at skilja við, tað gevur ikki meining at speglið á vegginum er so høgt uppi, at tú ikki sært teg sjálvan og tað gevur heldur ikki meining at fara á rulluskoytir tá tú ert 80.

Men tað gevur mening at hava breiða hurð og skáa í staðin fyri trappur, tí tá sleppur barnavognurin, barnastólurin, tann ið er illgongdur, tann ið hevur tasku á hjólum og tann, í situr í koyristóli inn. Tað gevur mening at kuffert hava hjól, tað lættir um og forðar at kroppurin verður overvaður. Tað gevur meining at skógvar hava kærulás, tí tá kunnu eitt nú børnini gerast meiri sjálvbjargin. Og tað gevur góða mening at drekka úr súgvirøri, serliga um tú ikki fært nýtt tínar hendur.

Tað ræður um at sniðgeva eftir tørvi og at hugsa breitt. Hvørt til sína tíð og sumt alla tíð.

Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað

Seinastu tíðindi

Søguligt frambrot við brekumboði

desember 20, 2024

Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur

desember 18, 2024

Tilmælini frá brekrættindanevndini tøk á føroyskum

desember 18, 2024

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024