'

Brekpolitisk virkisætlan hongur enn í leysum lofti

februar 15, 2019

Í munnligum fyrispurningi mikudagin 13. februar 2019 settur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, spyr Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, hvat landsstýriskvinnan heldur um uppskotið frá MEGD at seta eitt talsfólk fyri brekøkið í Føroyum. Víðari spyr hon, hvørji týdningarmestu tingini eru, ið eiga at verða framd í næstum, fyri at javnseta rættindi og møguleikar hjá øllum borgarum.

Niðurstøðurnar greiðar
Í svarinum til løgtingskvinnuna er týðiligt, at eftir fimm árum við greiðum niðurstøðum frá ST-nevndini, er enn eingin yvirskipað ætlan fyri, hvussu sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, skal setast í verk í Føroyum.

Í niðurstøðunum frá ST-nevndini frá 2014 standa greið tilmæli. Tvey av tilmælunum eru, at Føroya Landsstýri setir í verk munagóðar brekpolitiskar virkisætlanir, so sáttmálin veruliga fæst at virka, og at Føroya Landsstýri stovnar ein mannarættindastovn at fremja og verja mannarættini í samsvari við París aðalreglur.

Í samband við mannarættindastovn hevur MEGD peikað á eitt óheft talsfólk á brekøkinum, sum eina gongda leið fyri Føroyar. Landsstýriskvinnan sigur í svarinum, at hon enn ikki hevur tikið støðu til, um óheft talsfólk eigur at verða sett fyri brekøkið, hóast hon heldur, at skipanin er áhugaverd.

Vert er at peika á, at Føroyar er einasta land í Norðurlondum, sum ikki hevur eina óhefta eftirlitsskipan sambært grein 33 í sáttmálanum.

 

Hví er drálað við samskipandi eind?
Í løtuni verður tó, sambært landsstýriskvinnuni, arbeitt í tráð við grein 33 í sáttmálanum við at seta eina samskipandi eind innan miðfyrisitingina. Eindin skal tryggja at sáttmálin verður hildin. Samskipandi eindin hevur tó ongan fund havt enn.

Aftur at óvissuni um óhefta talsfólkið og samskipandi eindini, so skal samskipandi eindin, sum enn ikki er virkin, sambært landsstýriskvinnuni, gera uppskot til brekpolitiska virkisætlan.

Við øðrum orðum hongur brekpolitiska virkisætlanin enn í leysum lofti.

Seinastu fimm árini hevur MEGD, grundað á niðurstøðurnar frá ST-nevndini, víst á tørvin á eini brekpolitiskari virkisætlan. Nú vit skriva 2019 og MEGD, saman við limafeløgunum, aftur í frágreiðing til ST vísir á føroysk viðurskift á brekøkinum, er hugstoytt at hoyra, at eingin ætlan enn er á veg.

Neyðugt er við brekpolitiskari virkisætlan, tí hon skal fevna um øll rættindi og týðandi øki, sum ST-sáttmálin fevnir um. Her skulu setast ítøkilig mál, ið eisini kunnu mátast, her skal setast nóg stór fígging av og mátarar, so til ber at máta framgongd, tá ið politikkur, sum víkir at teimum, ið bera brek, verður settur í verk. Virkisætlanin skal gera arbeiðið á brekøkinum meira miðvíst.

Við vón um, at her verður arbeitt bæði miðvísari og skjótari.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Seinastu tíðindi

Fáið í lag virðiligar avtalur í friðartíð

mars 18, 2019

MEGD aðalfundurin 2019

mars 6, 2019

Brekpolitisk virkisætlan hongur enn í leysum lofti

februar 15, 2019

Brekpolitisk virkisætlan hongur enn í leysum lofti

februar 15, 2019