LUKKA flutt inn á Bessastaðir

mars 27, 2019

Í samband við norðurlendskan fund í Reykjavík vóru meginfeløgini á brekøkinum boðin á vitjan hjá íslendska presidentinum Guðni Thorlacius Jóhannesson. Hann var áhugaður í at hoyra, hvat meginfeløgini arbeiða við, og hvussu støðan er á brekøkinum. Tí fekk hann eisini handað bókina LUKKA.

Um stóra rundborðið, dekkað við íslendskum pannukøkum og øðrum góðum, varð tosað um ymiskt og kanska serliga um likamliga atkomu. Húsini hjá presidentinum á Bessastøðum, sum eru eini gomul hús, hava avbjóðingar at bjóða øllum vælkomnum. Eisini er ein kirkja á Bessastøðum, sum ikki er atkomulig.

Presidenturin fekk handaða føroysku bókina LUKKA sum gávu. Bókin tekur støði í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Hann vísti áhuga fyri bókini og segði, at um broytingar skulu gerast til veruleika, so er neyðugt, at ymisku ynskini og ásetingarnar á brekøkinum gerast til ítøkiligar broytingar, har eisini fígging fylgir við.  

Bókin kann lesast her: LUKKA

 

Seinastu tíðindi

MEGD ráðstevnan 29. september í Norðurlandahúsinum - Luttøka á netinum

september 29, 2026

MEGD vitjar skúlan á Trøðni

september 8, 2026

Dagstovnalógin

september 4, 2026

Gávur kunnu gleða – men rættindi skulu skipast og fíggjast

august 27, 2026