Forkvinnan og starvsnevndin halda fram

apríl 12, 2019

Á aðalfundinum 10. apríl varð greitt, at forkvinnan og starvsnevndin halda fram komandi árið.

Á skránni til aðalfundin 2019 var val av forkvinnu/-manni og starvsnevndarlimum. 

Eitt uppskot kom frá limafeløgunum til forkvinnu. Feløgini skutu upp, at Tóra við Keldu, sum hevur virkað sum forkvinna fimm tey seinastu árini, varð afturvald. Hetta tók aðalfundurin undir við. 

Tveir limir skuldu veljast í starvsnevndina, og tvey uppskot komu frá limafeløgunum. Tey vóru Hallur Thomsen, formaður í Sclerosufelagnum, og Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata. Hesum tók aðalfundurin eisini undir við. Eins og uppskotið um tiltakslim fekk undirtøku, og var tað Durid Johannesen, forkvinna í Parkinsonfelagnum, sum var vald.

MEGD ynskir at takka Maluni Mohr, forkvinnu í Alzheimerfelagnum, sum sat í starvsnevndini til august 2018, fyri gott samstarv. Síðani tá hevur Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata, røkt hennara sess.

Les árs- og formansfrágreiðing her. 

Í starvsnevndini hjá MEGD sita:

Tóra við Keldu, forkvinna
Hallur Thomsen, Sclerosufelagið
Róa Midjord, Sinnisbati
Anna Petersen, Giktafelagið
Randfríð Skorheim Sørensen, Epilepsifelagið

Tiltakslimir eru:
Fía Petersen, Javni
Durid Johannesen, Parkinsonfelagið

Á næst komandi starvsnevndarfundi skipar nevndin seg við næstformanni.

Seinastu tíðindi

Álit er norðurlendska gullið

september 12, 2025

Afturrindan til smærri vinnurekandi fyri lønarútreiðslur til starvsmenn, sum hava verið óarbeiðsførir vegna sjúku longur enn 4 vikur

september 4, 2025

Nýskipanir mugu tryggja frælsi og javnrættindi

september 3, 2025

Eiga at kanna fortíðina

august 28, 2025