Søk um fylgjara- ella parkeringskort áðrenn 1. juni

mai 9, 2019

MEGD skrivstovan fer í summarfrí í juli, og fara vit at heita á tykkum um at søkja um fylgjarakort og parkeringskort skjótast gjørligt, og áðrenn 1. juni 2019, so kortini kunnu brúkast í summarfrítíðini.

Á heimasíðuni megd.fo liggja umsóknarbløð at fylla út.

Fylgjarakortið hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið bera brek, og tískil hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast ella luttaka í ymiskum tiltøkum, hava rætt til at taka fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil ella atgongumerkið fyri fylgjaran. Fylgjarakort verður útflýggja fólki, ið bera brek, og sum orsakað av breki teirra hava tørv á at hava fylgjara við sær, tá ið tey ferðast ella fara til ymisk tiltøk.

Støð har kortið er galdandi eru:

  • Norðurlandahúsið
  • Søvn Landsins
  • Listasavnið
  • Tjóðpallurin
  • Ítróttarsamband Føroya
  • Strandferðslan
  • Smyril Line
  • Tiltøk, ið kommunurnar stuðla

Avtala er eisini gjørd við Atlantic Airways, har fylgjarin hjá tí ferðandi, fær 50% í avsláttri av grundprísinum, tó ikki av ferða- og avgreiðslugjøldum, og øðrum serprísum. 

Parkeringskortið er eitt serligt kort, sum verður útgivið til persónar við avlamni, sum lúka treytirnar í § 6 í Kunngerð um parkeringskort fyri persónar við avlamni (Parkeringskort fyri persónar við avlamni). Við hesum korti kunnu fólk parkera á tilskilaðu parkeringsbásarnar bæði í Føroyum og uttanlands.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024