Áheitan um góða atkomu á valstøðunum

juni 4, 2019

Í samband við Fólkatingsvalið, sum verður grundlógardagin, er hendan áheitan send kommununum.

Fólkatingsvalið er á gáttini, og MEGD vil hervið minna fyriskiparar av fólkatingsvalinum á at gera umstøðurnar at velja atkomuligar fyri fólk, sum bera brek, so tey hava sama rætt sum onnur at greiða atkvøðu.

MEGD vil heita á kommunurnar at gera rímiligar tillagingar sambært ST sáttmálanum § 29 (i) og tryggja, at valmannagongdir, hentleikar og tilfar eru hóskandi, atkomulig og løtt at skilja og nýta.

Somuleiðis er umráðandi, at fólk í koyristóli og lamin sleppa framat valstaðnum ótarnað, og at neyðug tiltøk verða sett í verk, so fólk við tarni, sjónveik, blind og hoyritarnað lætt og loyniliga kunnu greiða atkvøðu.

Seinastu tíðindi

MEGD ráðstevnan 29. september í Norðurlandahúsinum - Luttøka á netinum

september 29, 2026

MEGD vitjar skúlan á Trøðni

september 8, 2026

Dagstovnalógin

september 4, 2026

Gávur kunnu gleða – men rættindi skulu skipast og fíggjast

august 27, 2026