'

Sjálvandi skulu Bygdaleiðir koyra fyri øll

juli 5, 2019

Nú skulu vit halda fast – í felag. Endiliga traðkar landsins myndugleiki í karakter í málinum um, at Bygdaleiðir skulu vera fyri øll. Í nýggja útbjóðingartilfarinum er ásett, at allir bussar skulu hava lyftu. Sjálvandi. Føroyar og føroyingar eiga at ganga undan og slóða fyri.

 

Samfelagið broytist

Koyringin á Bygdaleiðum hevur seinastu mongu árini verið rikin av privatum bussfeløgum við grundarlagi í sáttmálum, sum hava verið bodnir út alment. 22. januar 2019 var nýggj útbjóðing av Bygdaleiðum klár. Ein týðandi broyting í mun til seinastu útbjóðing var, at allir bussar eftir eina skiftistíð skulu taka koyristólar.

Her skal havast í huga, at samfelagið og ferðavinnan broytist og gerast alsamt meira dynamisk. Hetta setur framhaldandi størri krøv til busskoyringina, arbeiðstakararnar og Strandfaraskip Landsins um at veita eina munagóða tænastu fyri øll.

 

ST spyr

Í mai 2019 bað ST-nevndin Føroya Landsstýri um frágreiðing við støði í grein 9 í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, um atkomu: Hvør víðfevnd ætlan fyri at tryggja atkomu til ferðamøguleikar er løgd? Hetta ávikavist við greiðum málum, tíðarætlan, fíggjarætlan og revsitiltøkum fyri tey, ið ikki lúka krøvini.

Víðari verður biðið um eina frágreiðing um atkomu av øllum slagi til ferðamøguleikar á sjógvi og landi, um fígging og vegleiðing, sum skal til fyri at tryggja atkomu til støð og tænastur, ið annars verða veittar almenninginum.  

 

Vitja Føroyar bjóðar (nøkrum) vælkomnum

Føroyar eru vorðnar eitt framkomið ferðavinnuland, og soleiðis selja vit okkum. Visit Faroe Islands bjóðar ferðafólki vælkomnum til Føroya og siga m.a. á heimasíðu teirra, at almennur ferðaflutningur kring oyggjarnar er væl skipaður og bíligur. Um ferðafólk keypa ferðakort, kunnu hesi verða nýtt í øllum bussum og skipum. Um ferðafólk vilja vita meiri, so er leinki til Strandfaraskip Landsins at trýsta á.

Hetta eru góðar upplýsingar og góð ráðgeving. Tó kemur hetta ikki teimum til góða, ið ikki sleppa umborð. Okkum dámar at siga, at Føroyar eru undiscovered, unveiled, untold og unfiltered, men vit gloyma samstundis at siga, at Føroyar eru unaccessible.

 

Politikari blandar seg

13. juni 2019 á døgurða var stóra yvirskriftin í Útvarpi Føroya: Fráfarin landsstýrismaður í samferðslumálum heldur, at nýggja ásetingin um, at Bygdaleiðir skulu hava atkomuligar bussar við lyftu, er burturvið.

Lítið hugsar fráfarni landsstýrismaðurin kanska um, hvussu ótíðarhóskandi hetta er. Eisini er hetta lítið víðskygt, tá ið hugsað verður um, at Føroyar sum tjóð vilja fylgja við á øllum økjum m.a. við altjóða- og millumtjóða sáttmálum, Heimsmálunum hjá ST og visjón um grøna orku og ætlan.

Hví smokkar so hugburðurin knappliga, tá ið talan er um atkomu fyri øll?

Sjálvsagt skulu Bygdaleiðir vera fyri øll. Beinraknari hevði verið, um fráfarni landsstýrismaðurin vísti á eina loysn, har landsins myndugleiki var við í fíggingini av lyftum. Í stóru myndini er ikki talan um stórar upphæddir.

 

Standa saman

Í februar 2019 var MEGD bjóðað við til framløguna av útbjóðingini av Bygdaleiðum. Hetta var ein serligur dagur, tí ongantíð fyrr hava vit verið so nær eini skilagóðari loysn á hesum økinum. MEGD vísti á týdningin av fevnandi hugburði í hesum málinum, loysnir við lyftum og, hvussu onnur lond hava loyst avbjóðingina.

Nøkur føra fram, at tey, ið sita í koyristóli, nýta ikki Bygdaleiðir, so íløgan er óneyðug. Tað er bara ótrúliga torført at nýta eina tænastu, ið ikki er tøk. Tað er heilt einfalt ómøguligt.

Nú tilboðini eru komin inn, og tilboðini verða mett, hevur tað týdning at halda fast. Vit mugu ikki bakka fyri ótíðarhóskandi trýsti. Bygdaleiðir skal sjálvandi koyra fyri øll.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Seinastu tíðindi

Samgonguskjalið um brekøkið

september 14, 2019

Valskráir um brekøkið

august 30, 2019

Megdar hjartamál til løgtingsvalið 2019

august 10, 2019

Hjartamál til løgtingsvalið 2019

juli 9, 2019