Hjartamál til løgtingsvalið 2019

juli 9, 2019

Fylg MEGD á heimasíðuni og á Facebook. Lætt og einfalt. Komandi dagarnar fara vit hvønn dag at seta orð á hjartamál, ið vit vóna at valevnini til løgtingsvalið 2019 fara at taka til sín. Vit eru longu byrjað. Tú ert vælkomin at vitja heimasíðuna og at bjóða vinum tínum at dáma MEGD-síðuna á Facebook, so teir eisini kunnu fylgja við.

8. juli - Óheft eftirlit við ST-sáttmálanum

Grein 33 í ST-sáttmálanum ásetir, at Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek fáa tey rættindi, ið eru ásett í sáttmálanum. Fyri at fremja hesa áseting, skal m.a. skipast fyri einum óheftum eftirliti.

Føroyar hava einki óheft eftirlit. MEGD leggur upp til at seta í verk sjálvstøðuga eind við einum talsfólki, sum er politiskt óheft við sterkum mandati og breiðum serkunnleika. Talsfólkið kann tá ráðgeva og koma við tilmælum, sum styrkja kor teirra, ið bera brek, við støði í serkønari vitan um bæði ástøði og praksis í mun til tjóðar- og altjóða mál og føroyska lóggávu.

 

9. juli - Bústaðir

Tað er sjálvsamt, at fólk, ið bera brek, kunnu velja, hvar tey vilja búgva, og hvørjum tey vilja búgva saman við. Langur bíðilisti er, og fólk, ið bera brek, kunnu vænta at standa á listanum í fleiri ár. Tá eru almennu tænasturnar avmarkaðar. Í dag standa 149 fólk á bíðilista hjá Almannaverkinum. Vit gleðast um tey 62 búplássini og 18 umlættingarplássini, sum seinastu fýra árini gjørdust veruleiki. Bústaðir til fólk, ið bera brek, skulu raðfestast høgt komandi árini.

 

10. juli - Lóggáva ímóti mismuni á øllum økjum

Føroyar tørva lóggávu ímóti mismuni á øllum økjum í samfelagnum. Í dag eru fólk, ið bera brek, vard av Løgtingslóg nr. 63 frá 26. mai 2011 um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsaka av breki. Eisini tørvar okkum at taka stig til at tryggja, at munadygg rættartiltøk verða tøk hjá fólki, ið bera brek, harímillum møguleiki fyri at kæra um mismun.

 

11. juli - Brekpolitisk virkisætlan

Føroyar hava onga brekpolitiska virkisætlan. Samskipandi eindini er farin til verka. Hon skal tryggja, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, virkar í verki. Hvørt landsstýrisfólk hevur tilnevnt lim í samskipandi eindina, ið yvirskipað skal tryggja samanhang í brekpolitisku ætlanum landsstýrisins. Arbeiðið at orða eina brekpolitiska virkisætlan, ið fevnir um øll rættindi og týðandi øki, sum ST-sáttmálin fevnir um, skal raðfestast høgt komandi árini.

 

12. juli - Verja, tá ið verkfall er

Eingin lóg verjir fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Fleiri hava verið noydd at flyta úr egnum heimi til familju ella størri búfelagsskapir, tá ið verkfall hevur verið. Neyðugt er at arbeiða í friðartíð og gera avtalur, ið tryggja, at hetta ikki aftur kemur fyri.

 

13. juli - Hóskandi upplýsingar, hagtals- og granskingartilfar

Føroyar savnar í dag ikki hóskandi upplýsingar, hagtals- og granskingartilfar, sum ger okkum før fyri at orða og seta í gildi reglur, ið seta ST-sáttmálan í verk. Hesi tøl skulu m.a. tryggja, at virkað verður eftir lógini, og at virkað verður eftir altjóða góðtiknum mannagongdum, tá ið hagtøl verða savnað og nýtt. Hetta fyri at verja mannarættindi og grundleggjandi frælsi og etiskar grundreglur.

Upplýsingarnar, sum verða savnaðar, skulu verða skildar sundur eftir tørvi og nýttar til at hjálpa myndugleikanum at meta um, hvussu okkum gongst við at seta tær skyldur, ið vit hava eftir sáttmálanum, í gildi í innlendis lóggávu. Eins og at eyðmerkja og fara undir tær forðingarnar, sum fólk, ið bera brek, renna seg í, tá ið tey brúka síni rættindi.

 

14. juli - Góða tilgongdin til børn og ung við avbjóðingum

Í 2014 varð eftir tilmæli um ein skipaðan samstarvsleist, kallað „Tann góða tilgongdin“, sett í verk fyri børn og ung við autismu. Tilgongdin tryggjar eitt samskipað heildartilboð við dygdargóðum samstarvi millum avvarðandi myndugleikarnar á ymisku økjunum. Enn er tó eingin „góð tilgongd“ ætlað familjum og børnum við øðrum avbjóðingum.

Børn og ung við avbjóðingum eiga at fáa eitt samskipað heildartilboð við dygdargóðum samstarvi millum avvarðandi myndugleikarnar á ymisku økjunum, sostatt at hjálp og stuðul gerast samanhangandi og munadygg.

 

15. juli - Menning og endurmenning

Í Føroyum er eingin heildarætlan fyri menning og endurmenning. Fólk við varandi sjúkum eru tí ikki tryggjað eina samskipaða heildarætlan fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði, fullan likamligan-, sálarligan-, sosialan- og vinnuligan førleika og fullvegis part og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum. 

Arbeiðast skal miðvíst við at fáa eina heildarætlan fyri menning og endurmenning at virka í Føroyum. 

 

16. juli - Samskiftisdepil

Okkum tørvar viðurkenning av menningini og stuðlinum av alternativum samskiftishættum, ið tøkir eru hjá teimum, ið bera vitborin og sálarlig brek. Í dag er eingin skipað ætlan fyri menning og stuðli av víðkaðum og øðrvísi samskiftishættum í Føroyum.

Hóskandi er ein samskiftisdepli, har ymsu fakbólkarnir innan økið samstarva um at menna samskifti av ymiskum slag. Í dag hava vit ein vælvirkandi Sjóndepil. Við støði í einum slíkum, kundi verið hugsað um tey, ið hava avbjóðingar t.d. við at hoyra, at tosa, at minnast, at skriva og at lesa og eisini at menna ráðgeving um tøknilig hjálpartól á økjunum.

 

17. juli - Føroyskt teknmál sum mál

5. juni 2017 viðurkendi Føroya Løgting føroyskt teknmál sum mál, og við hesum fekk Málráðið, ið er sett at røkja, menna og verja føroyska málið, ein lim úr deyvasamfelagnum. Eisini kunnu vit gleðast um, at føroysk teknmálsorðabók er veruleiki. Hon liggur á fo.signwiki.org.

Tó skulu vit viðurkenna rættin hjá deyvum og hoyriveikum at fáa undirvísing og at samskifta á teknmáli. T.d. at seta munadygg tiltøk í verk fyri at stuðla teknmáli sum samskiftishátt og harvið at stuðla nýtsluni av føroyskum teknmáli á øllum økjum í lívinum hjá deyvum við tí endamáli at tryggja luttøku teirra í arbeiði, útbúgving og mentanarlívi.

Hóast kunngerð um undirvísing í og á teknmáli er gjørd, er eingin undirvísing í føroyskum teknmáli.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024