Inklusión

apríl 4, 2014

Hugtakið inklusión millum manna tykist fyri mær mangan sum eitt hugtak, ið er misbrúkt. Tað eru nógvar meiningar innan hetta hugtak, og øll vilja geva sær rættin til at eiga ta røttu definitiónina.

Tann mest vanliga fatanin av inklusión í fólkaskúlanum er, at ein næmingur við serligum tørvi er inkluderaður, tá næmingurin hevur fingið nyttu av vanligu undirvísingini og luttekur aktivt í tí sosiala felagsskapinum.

Samstundis halda tey flestu uppá, at eitt læringsumhvørvi er inkluderandi, tá allir næmingar luttaka og geva til felagskapin, hetta ger at sjálvsmyndin styrkist, vegna teir aktivitetir felagsskapurin gevur. 

Hvussu verður hetta so framt í verki. Vit vita, at lærarar flest gera eitt megnar arbeiði og royna við fakligu og námsfrøðiligu undirvísingini at menna allar síður hjá næminginum. Her er ikki bert talan um bókfakligu evnini hjá næminginum, men eisini heila menniskjað. Allíkavæl eru tað nógvir næmingar, sum fella uttan fyri, teir megna ikki skúlan, megna ikki trýstið, gangin í skúlagarðinum, megna ikki floksstøddirnar o.a. Hetta ger, at skúlin fær nakrar avbjóðingar, sum gera tað trupult at inkludera allar næmingar. 

Mín spurningur er:

Er tað skeivt at viðurkenna, at skúlin er ikki fyri øll?

Er tað kanska ikki meira relevant at tosa um eitt skúlatilboð, sum er á einum støði sum ger, at næmingurin følir, at hann megnar at vera við?

Eitt skúlatilboð sum gevur næminginum eina kenslu av, at eg kann nakað!

Hvat við at viðurkenna, at hjá summum næmingum ber tað til at vera í flokkinum við stuðli, og hjá summum má eitt annað tilboð til?

Eru vit ikki mangan í teirri støðu, at vit royna at kroysta nakað yvir høvdið á okkara børnum, sum vit halda er rætt fyri tey, men sum í mongum førum er skaðiligt fyri barnið, tí tað eru okkara ambitiónir, sum viga mest og ikki menningin hjá barninum?

Inklusión merkir ikki í mínum hugaheimi, at øll skulu vera saman, men tey sum megna tað!

Eg havi arbeitt á serskúla, í fólkaskúla, verið skúlastjóri og eri nú settur leiðari á Rásini í Runavík. Eg havi sæð mangar vanlagnur í navninum á inklusión, og tað hevur mangan gjørt meg keddan og frustreraðan at síggja, at barnið ikki er í fokus, men viljin hjá systeminum, avvarðandi og øðrum aktørum, sum halda seg vita, hvat er best fyri barnið.

Eg eri komin til ta niðurstøðu, at vit skulu ikki handla eftir einari politiskari korrektheit, men taka støðu út frá, hvat er best fyri barnið, mest mennandi fyri barnið, og hvat ið er mest gevandi fyri barnið. Um hetta so er í fólkaskúlanum ella á einum serskúla, er í mínari verð líkamikið, tað er menningin hjá barninum, sum er tað týdningarmiklasta. 

Tá eg sigi hetta, so meini eg, at fólkaskúlin, so vítt gjørligt, skal rúma so nógvum sum til ber. Tað er tó sera týdningarmikið, at lærararnir fáa vitan og førleikar í at arbeiða við børnum við serligum tørvi. Tað er ikki nokk, at serlærararnir vera førleikamentir, men allir teir lærarar, sum eru um børnini.

Inklusión, í mínum hugaheimi er, tá eitt menniskja hevur ment nakrar førleikar hjá sær sjálvum, sum gera, at tað kann virka á jøvnum fóti við øll onnur. Hetta kann vera fakligt, sosialt og mentalt.

Inklusión, í mínum hugaheimið er ikki, at øll bara skulu vera saman, tað kann í mínari verð skapa eksklusión, tí barnið kann kenna seg fremmandagjørt, tí tað megnar ikki umstøðurnar, krøvini og sosiala samspælið.

Eg eri á teirri áskoðan, at vit í Føroyum hava allar møguleikar til at fremja veruliga inklusión, ikki bara í fólkaskúlanum, men í øllum undirvísingarsysteminum. Um vit taka menniskjað sum eina heild og fara eftir sterku síðunum og fáa ment tær, sum gera at tey føla, at tey kunnu bidraga til felagsskapin, so hava vit vunnið!

Tað er hetta vit skulu leggja okkum eftir, so er tað líkamikið um hetta er í fólkaskúlanum, miðnámi ella á serskúla ella í einari serligari tilrættalagdari útbúgving til fólk yvir fólkaskúlaaldri.

Sonni Djurhuus, leiðari á Rásini 

Seinastu tíðindi

Søguligt frambrot við brekumboði

desember 20, 2024

Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur

desember 18, 2024

Tilmælini frá brekrættindanevndini tøk á føroyskum

desember 18, 2024

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024