Valskráir um brekøkið

august 30, 2019

Løgtingsval 2019 verður leygardagin, og tí hevur MEGD við áhuga lisið valskráirnar hjá flokkunum, sum stilla upp. Vit loyva okkum her at vísa á nøkur átøk á brekøkinum, sum flokkarnir komandi fýra árini ynskja at seta á skrá.

Við hesum ynskir MEGD føroyingum eitt gott val við vón um gevandi samstarv við komandi løgmann, landsstýrisfólk og tingfólk. Eisini ynskir MEGD at takka sitandi løgmanni, landsstýrisfólki og tingfólki fyri gott samstarv farnu fýra árini.

Hvat siga so valskráirnar?

 

A Fólkaflokkurin: Frælsi og tryggleiki til øll

Dentur verður lagdur á eitt gott og væl virkandi almannaverk, sum veitir hjálp og vegleiðing til tey, ið hava tørv á fyribils ella varandi hjálp. Málið er, at hvør einstakur skal gerast so sjálvhjálpin sum møguligt. Vit mugu ansa eftir ikki at gera øll til almennar klientar, so at vit altíð hava ráð at hjálpa teimum, sum veruliga hava tørv á hjálp.

Vit vilja hava einfalda vælferðarlóg, sum skal avloysa forsorgarlógina. Vit vilja, at ferð aftur verður sett á bústaðarbygging til fólk við serligum tørvi. Vit vilja virka miðvíst fyri at bøta arbeiðs- og inntøkumøguleikar hjá borgarum við skerdum førleika. Vit vilja, at almennir stovnar skulu seta starvsfólk við skerdum førleika.

Vit vilja tryggja betri gjøgnumskygni í almannaverkinum og skapa betri møguleikar fyri ung við tarni, so tey klára seg sjálvi. Vit vilja hava øll heimaftur, sum hava verið noydd at flyta av landinum fyri at fáa betri sosial- ella sjúkratilboð

Heilsuverkið eigur at fáa hægstu raðfesting. Vit leggja dent á eitt samvirkið heilsuverk við hágóðskuveitingum og við tryggleika fyri allar landsins borgarar. Sjúklingurin skal vera í fremstu røð. Skjót útgreining av sjúklinginum er avgerandi.

Ein avgerandi fyritreyt fyri at veita heilsutænastur á hægsta stigi er at skapa allarbestu karmar til heilsufakligu starvsfólkini. Tað skal gerast við at stuðla einum mennandi fakligum umhvørvi, herundir at leggja dent á eftirútbúgving og heilsutøkniligar útbúgvingar. Vit vilja veita viðgerðartrygd. Vit vilja stytta bíðilistarnar, og bíðitíðirnar skulu almannakunngerast.

Vit vilja virka fyri betri hagtølum av virkseminum á sjúkrahúsunum, so vit hava møguleika at fáa meir fyri játtaða peningin til fyrimuns fyri sjúklingin. Vit vilja menna eina tvørgangandi, samanhangandi sjúklingaviðgerð við tøttum samstarvi millum sjúkrahúsini, allar aðrar partar av heilsuverkinum og serviðgerðina uttanlands.

Vit vilja styrkja endurvenjingina, og vit vilja, at sernámsfrøðiliga økið verður endurskoðað og betrað.

 

B Sambandsflokkurin: Innlit, útlit og úrslit

Fjølbroyttir bústaðir til allar føroyingar. Heilsuverkið skal dagførast og mennast, sosial- og almannaverkið skal styrkjast, útbúgvingarverk styrkjast og mennast, útboð av fleiri hægri útbúgvingum í Føroyum, mentanar- og ítróttarøki skulu raðfestast og javnstøða á arbeiðsmarknaðinum.

Viðgerðartrygd: Ongin skal bíða í meira enn 30 dagar fyri at koma í viðgerð. Likam- og sálarheilsa skal líkastillast. Rehabilitering – likamliga, sálarliga og sosialt. Diabetessentur skal stovnsetast. Fleiri serlæknar.

 

C Javnaðarflokkurin: Ja til Javnaðarflokkin

Vit vilja uppraðfesta almanna- og heilsuverkið. Vit skulu hava fleiri starvsfólk og styttri bíðilistar. Øll við bráðfeingis tørvi skulu hava viðgerð beinanvegin. Vit skulu hava fleiri hendur um sjúk og veik í okkara ríka landi. Fleiri starvsfelagar til tykkara, sum gera eitt stórt arbeiði í almanna- og heilsuverkinum, so vit tryggja, at hjálpin altíð er skjót, samanhangandi og góð hjá okkum borgarum, sum hava tørv á henni.

Á almannaøkinum skulu vit tryggja, at allir borgarar hava møguleika at liva eitt innihaldsríkt lív, uttan mun til avbjóðingar. Í felag skulu vit bróta niður múrar millum skipanir og seta borgaran í miðdepilin. Foreldur at børnum, sum hava ella fáa brek ella varandi sjúku, skulu fáa skjóta og holla ráðgeving beinanvegin. Ung, sum hava umfatandi og samansettar sálarligar, sosialar og/ella rústrupulleikar at dragast við, skulu loftast við skjótum og tvørgeiraligum átøkum, so tey gerast før fyri at megna lívið. Og tey, ið verða rakt av sjúku ella breki, eiga at fáa endurmenning.

Á heilsuøkinum vilja vit virka fyri, at ongin bíðilisti verður til álvarsamar sjúkur, hvørki likamligar ella sálarligar. Neyðuga yvirlitið og hagtølini skulu fáast til vega, so raðfestingarnar verða so skynsamar sum møguligt. Vit vilja tryggja, at tað almenna veitir øllum sjúklingum skjóta og góða viðgerð, soleiðis at eingin hevur tørv á privatari sjúkratrygging.

Føroyski bústaðarmarknaðurin eigur at vera fjølbroyttur, so tað eru bústaðarmøguleikar fyri øll.

Vit vilja styrkja sálarhjálp bæði á fólka- og miðnámsskúla og veita ókeypis sálarhjálp til børn og ung. Og sum samfelag eiga vit at lofta øllum teimum børnum og foreldrum, sum hava serligan tørv á stuðli, so tey altíð fáa eina góða og samanhangandi tænastu tvørtur um geirar.

 

D Sjálvstýri: Føroyar – eitt bragd!

Familjudepil skal stuðla familjum við ráðgeving. Samfelagið eigur eisini at seta av tilfeingi til at veita foreldrunum kompetenta ráðgeving og hjálp, tá tørvur er á tí. Familjudepil eigur tí at stovnast við tí endamáli at styrkja familjuna. Hesin skal eitt nú styrkja ta góðu tilgongdina í samskiftinum millum familjur og myndugleikar, veita ráðgeving til foreldur, ið fáa børn við avbjóðingum. Eisini eigur depilin at bjóða ráðgeving til familjur í sambandi við samlívsslit. Skúlar eiga eisini at hava eina tilbúgvingarætlan til børn í sambandi við samlívsslit.

Vit vilja áseta eina minimumsnormering. Á tann hátt fæst trygd fyri, at tað eru nokk av starvsfólkum um børn okkara.

 

E Tjóðveldi: Á góðari leið

At fáa møguleika at skapa sítt egna heim fyri ein rímiligan prís, er ein fortreyt fyri trivnaði og møguleikum hjá einstaklingum, familjum og hjá fólki við serligum tørvi – í ymsu tíðarskeiðunum í lívinum.

Vardir bústaðir og bústovnar skulu byggjast kring landið. Tilsamans 200 mió. kr. eru settar av at byggja fyri næstu árini, og 100 mió. kr. eiga at verða lagdar afturat, so stóri tørvurin á vardum bústøðum og nýggjum bústovnum kann nøktast.

Sálarheilsuætlanin verður sett í verk – harundir barna- og ungdómspsykiatriin, har ókeypis sálarfrøðilig kreppuhjálp skal veitast til øll ung, og økispsykiatriin verður støðugt útbygd kring landið.

Komandi 4-6 árini skulu vit menna eina almenna, útgreiningar- og viðgerðartrygd til allar sjúklingar – har tørvur ikki skal vera á privatum sjúkratryggingum. Ein føroyska viðgerðartrygd, skal tryggja føroyskum sjúklingum stundisliga útgreining og ætlan fyri antin viðgerð í Føroyum – ella gjøgnum greiðar avtalur við okkara grannalond um tær viðgerðir, ið vit keypa úr øðrum londum.

Endurvenjingin verður styrkt á øllum sjúkrahúsum, og ein serlig endurvenjingarmiðstøð verður skipað á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Nýggja vælferðarlógin verður samtykt, og demensætlanin skal fremjast.

Allir borgarar skulu hava somu rættindi, sama tænastustig og so eins samferðslumøguleikar sum gjørligt. Atkomuviðurskifti í breiðastu merking – kropslig atkomuviðurskifti, teknmálstulking, samskifti, tøknilig hjálpartól og annað skulu tryggjast.

Støðan hjá seinheilaskaddum og endurvenjing og hjálpatól í tí sambandi skal betrast. Skúla-, bústaðar-, og arbeiðsmøguleikarnir hjá fólki við serligum tørvi skulu betrast. Sernámsfrøðiliga ráðgeving og skúlatilboð til børn við ymsum avbjóðingum verður styrkt.

 

F Framsókn: Haldføri fyrst og fremst

Serøkið skal rigga so væl, at familjur við børnum og ungum, sum hava serligan tørv, kenna á sær, at røttu skúla-, virknis- og bútilboðini eru tøk til røttu tíð.

Framsókn vil, at føroyska heilsuverkið skal teljast millum tey bestu. Tí er neyðugt at raðfesta rætt og tryggja, at orkan verður brúkt skynsamt. Eisini er neyðugt við ítøkiligum heilsupolitiskum málum.

Ein leistur fyri viðgerðartrygd skal finnast. Ein miðsavnað tilvísing skal tryggja, at tá illgruni er um, at sjúklingar hava krabba- ella hjartasjúku, verður neyðug útgreining sett í verk áðrenn 2 vikur eru farnar.

Sum ein liberalur flokkur er Framsókn tilvitaður um sosiala ábyrgd. Grundleggjandi fyri okkum er, at tænastur innan kjarnuvælferð – eitt nú dagstovnar, eldrarøkt, fólkaskúla og heilsu – eru tryggar og góðar.

Sum útgangsstøði vil Framsókn tó, at øll hava ábyrgd av at forsyrgja sær sjálvum. Almennar skipanir skulu ongantíð eggja fólki til at troyta almannaveitingar heldur enn at arbeiða. Tí tað skal altíð loysa seg at arbeiða.

 

H Miðflokkurin: Vel eitt trygt samfelag

Gongd má fáast á aftur bygging av vardum bústøðum, sambýlum, bústovnum v.m. til sálarsjúk, førleikaskerd o.ø., sum heilt er steðgað undir verandi samgongu

Heilsuverkið: Ovurhonds stóru bíðilistarnir mugu burtur, viðgerðartrygd verður ásett við lóg, sjúklingafylgjari má lógartryggjast øllum, heildarætlanin fyri heilsuverkið má dagførast og setast í verk, døgnvaktin á hjartadeildini má tryggjast, psykiatrisk skaðastova verður skipað, reservatiónsrætturin fyri heilsustarvsfólk, lærarar v.m. verður lógarfestur, og gerontologur (eldralækni) verður settur í starv.

Almannaverkið: Hjørtu, heldur enn lógargreinar, mugu stýra øllum almennum samskifti við borgaran og eftirlitseind við handikaptalsmanni verður sett á stovn.

 

K Framtakið: fyri rættin at velja kannabis

„Framtakið fyri rættin at velja kannabis" er júst tað, sum navnið sigur. Orðið framtak merkir initiativ. Eitt framtak, ið skal staðfesta, at fólk hava rætt til at velja kannabis sum heiligvág.

 

L Føroyaflokkurin: Flokkurin fyri tí klassisku liberalismuni

Vit standa fyri at øll, sum búgva her, skulu vera líka fyri lógini og skulu njóta tey somu borgarligu rættindi og skyldur.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024