Samgonguskjalið um brekøkið

september 14, 2019

Fríggjadagin 13. september 2019 varð nýggj samgonga millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin skipað. Í dag varð samgonguskjalið undir heitinum „Eitt samfelag í serflokki” undirskrivað og alment.

Les alt samgonguskjalið her.

Fyri MEGD var áhugavert at kanna, hvussu nýggja samgongan ynskir at raðfesta brekøkið. Við nøkrum av viðkomandi brotunum úr samgonguskjalinum ynskir MEGD nýggju samgonguni blíðan byr við vón um gott samstarv komandi árini.

Myndina eigur Álvur Haraldsen.

 

Heilsumál

Likamlig- og sálarlig heilsa og viðgerð skulu javnstillast. Skjót útgreining av sjúklinginum er avgerandi.

Føroyar verða skipaðar sum eitt demensvinarligt samfelag sambært demensætlanini.

Skjót útgreining og viðgerð skulu vera hornasteinar í almenna heilsupolitikkinum. Skipan um viðgerðartrygd skal setast í verk, sum ásetur, at eingin skal bíða í meira enn 30 dagar fyri at koma í viðgerð.

Bíðitíðin hjá sjúklinginum skal styttast, og sjúkrahúsverkið skal almannakunngera bíðitíðirnar til tær ymsu viðgerðirnar. Orsøkirnar til bíðilistar verða alsamt útgreinaðar.

Skipast skal fyri eini tvørgangandi, samanhangandi sjúklingaviðgerð við tøttum samstarvi millum sjúkrahúsini, allar aðrar partar av heilsuverkinum og serviðgerðina uttanlands.

Reglurnar fyri fylgjarar verða endurskoðaðar. Allir sjúklingar, ið verða sendir av landinum, skulu hava rætt til fylgjara.

Rehabiliteringin skal styrkjast kring alt landið. Ein yvirskipað lóg skal gerast, sum tryggjar, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi. Eisini skal tilmælið fylgjast um rehabilitering av fólki við parkinson, sklerosu og øðrum neurologiskum avbjóðingum.

Viðlíkahaldsvenjing skal setast í verk sum skjótast.

Fólk við seinheilaskaða skulu fáa nøktandi tilboð.

Ein diabetesmiðstøð skal stovnsetast, og møguleikin fyri uttanhýsis serfrøði skal kannast nærri.

Psykiatriskir sjúklingum verður tryggja bráðfeingis hjálp á skaðastovum.

Fleiri serlæknar verða settir, herundir eisini ein serlækni í eldrasjúkum.

 

Almannamál

Ansingarstuðul til óhjálpin heimabúgvandi millum 18-66 ár verður settur í verk, og egingjald fyri heimahjálp skal endurskoðast.

Uppskotið um vælferðarlóg, sum skal avloysa forsorgarlógina, verður endurskoðað og dagført.

Við atliti til borgarar millum 18-66 ár verða ásetingarnar í Markamótaskjalinum settar í verk.

Ferð skal fáast á aftur bygging av vardum bústøðum, sambýlum, bústovnum v.m. til fólk við serligum tørvi.

Talsfólk til borgarar við tørvi vegna brek ella sjúku verður sett í starv í samráð við Megd.

Betrað verður um viðgerðarmøguleikarnar hjá kvinnum, ið hava rústrupulleikar, og bøtt verður um tilboðini til børn og ung, sum vaksa upp í heimum við sálarsjúku og rúsmisnýtslu.

Avtalan ”Tann góða tilgongdin” skal endurskoðast og mennast. Eitt tvørfakligt ráðgevaratoymi skal knýtast at familjum, ið hava fingið barn við serligum tørvi, soleiðis at hjálp og stuðul kunnu gerast meira samanhangandi og munadygg.

Ein yvirskipað brekpolitisk virkisætlan fyri Føroyar skal gerast.

Skipanin viðvíkjandi “Hjálpiráðum” verður endurskoðað.

Avtala verður gjørd millum Almannamálaráðið og avvarðandi yrkisfelag um verju í sambandi við møguligt verkfall.

Stig verða tikin til at tryggja, at umsorganararbeiði kring landið verður raðfest á sama støði alt árið.

 

Útbúgvingarmál

Ein góður skúli er grundarsteinurin í samfelagnum. Landsins skúlaskapur skal tryggja øllum holla útbúgving, handaliga sum andaliga, har øll skulu hava møguleika at vinna sær útbúgving.

Fólkaskúlin skal vera fyri øll. Allir næmingar í fólkaskúlanum skulu fáa dygdargóða frálæru- og undirvísingartilboð.

Tillagingar og dygdargóðar broytingar verða gjørdar í fólkaskúlalógini í samband við m. a. floksstødd, serøki og starvsfólkaviðurskifti.

Vit eiga framhaldandi at stuðla skrivi- og lesiveikum næmingum, soleiðis at teir kunnu nema sær útbúgving á jøvnum støði við onnur.

Skúlatilboðini til teir næmingar, sum hava menningartarn og koma úr fólkaskúlanum, verða ment.

Øll skulu hava møguleika at taka eina gymnasiala ella yrkisrættaða útbúgving.

 

Mentamál

Samgongan vil í mest møguligan mun stuðla tí týðandi sjálvbodna arbeiði, sum ÍSF við sersambondum, Parasport Føroyar, ítróttarfeløg, skótar, heimavirkis- og ítrivsfeløg, samkomur og einstaklingar gera fyri at menna børn og ungdóm.

Samgongan vil arbeiða fram ímóti, at øll børn, sum ynskja tað, fáa møguleika at verða tikin upp í musikkskúlanum.

 

Samferðslumál

Samgongan vil tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið. Atkomuviðurskiftini á útoyggj skulu betrast, og umstøðurnar hjá rørslutarnaðum í samferðsluni verða raðfestar.

 

Bústaðarmál

Fjølbroyttir bústaðarmøguleikar til allar føroyingar. Tað er ein grundleggjandi tørvur hjá øllum at hava ein bústað, og eitt framkomið samfelag eigur at tryggja sínum borgarum henda møguleikan.

Málið er at økja útboðið av leiguíbúðum til privat og av almennum bústøðum til fólk við serligum tørvi. Ferð skal fáast á aftur bygging av vardum bústøðum, sambýlum, bústovnum v.m. til fólk við serligum tørvi.

 

Altjóða mál

Umboðanin í fleirtjóða og altjóða felagsskapum verður styrkt. Arbeitt verður fyri eygleiðarastøðu í ST og sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024