Smyril Line vil geva bestu tænastu

september 27, 2019

Hósdagin 26. september varð fylgjaraavtalan millum Smyril Line og MEGD endurskoðað og undirskrivað. Smyril Line sigur, at endamálið við avtaluni er at tryggja fólki, ið bera brek, teirra bestu tænastu.

MEGD vil hervið takka Smyril Line fyri vælvilja og áhuga í, at fólk, ið bera brek, fáa eina góða tænastu, tá ið tey fara út at ferðast.

Í avtaluni skrivar Smyril Line, at endamálið er at tryggja fólki, ið bera brek, okkara bestu tænastu. Hetta er galdandi bæði, tá ið ferðaseðilin verður keyptur og eisini á ferðini við Norrønu. Miðað verður somuleiðis eftir, at ferðandi við breki ikki verða tyngd við eykaútreiðslum.

Hvør er umfataður
Tann, ið hevur fylgjarakort frá MEGD.

Fylgjarar
Um ferðandi er bundin av fylgjara, ferðast hesin ókeypis. Um ferðandi er bundin av førarahundi, ferðast hesin somuleiðis ókeypis.

Bilur
Um ferðandi hevur serligan handikappbil (í mesta lagi 2.50 mh. hædd), er kostnaðurin tann sami, sum fyri vanligan persónbil.

Serprísur
Fólk við rørslutarni kunnu keypa handikappkømur fyri sama prís, sum tey innvendigu kømurini.

Handikappkømur eru 4-koyggjukømur. Tann, við rørslutarni, hevur ræði yvir øllum kamarinum. T.v.s., at foreldur, hjúnarfelagi, syskin ella fylgjarar kunnu búgva saman við honum í kamarinum, um talið av sambrúgvum ikki er hægri, enn koyggjutalið.

Tá Smyril Line ger serlig átøk, har vit bjóða ymsar serprísir, verður hetta vanliga tangt at innvendigu kømurunum. Fólk við rørslutarni eru undantikin, og tey fáa handikappkamar fyri sama serprís, uttan at gjalda eykakostnað.

Fyri at kunna bíleggja handikappkamar krevst, at tann ferðandi er koyristólsbrúkari.

Bóking
Bileggingar skulu gerast hjá Ritu Berg á beinleiðis telefon +298 345921 ella umvegis teldupost ritab@smwiiline

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024