Norðurlendsku meginfeløgini saman í Stokkhólmi

oktober 27, 2019

26. og 27. oktober møttust norðurlendsku meginfeløgini til felagsfund í HNR, sum er Handicaporganisationernes handicap råd. Á fundinum løgdu londini fram, hvat tey arbeiða við. Gevandi er at hoyra, hvat rørir seg á brekøkinum, og ofta líkjast avbjóðingarnar nógv, hóast londini eru ymisk.

Áhugavert var t.d. at hoyra frá londunum um íverksetan av ST-sáttmálanum og um ymisku frágreiðingarnar, sum eru sendar ella skulu sendast ST-nevndini. Norra hevur verið hjá ST-nevndini við alternativari frágreiðing. Tey hava fingið greiðar afturmeldingar frá ST, tí tey ikki megna at tryggja rættindi teirra, ið bera brek, á fleiri økjum. T.d. byggir norsk lóg ikki á ST-sáttmálan. Danmark (Grønland) og Føroyar vóru við evnislista hjá ST- nevndini og hava stjórnirnar fingið spurningar frá ST-nevndini at svara. Finland, har Áland er við, skal senda inn frágreiðing í nærmastu framtíð. Ísland er ikki klárt at senda skuggafrágreiðing inn enn, møguliga verður tað komandi heyst.

Í londunum, har brekøkið er lagt út til kommunurnar, er tað avbjóðandi at fáa tilboðini at líkjast. Kommunurnar eru ymiskar og arbeiða ymiskt. Felags fyri fleiri lond er, at sparingar ofta raka fólk, ið bera brek. Hóast nakrar sparingar ikki eru stórar, so merkja tey, ið bera brek, tað við manglandi veitingum ella niðurlaging av tilboðum. Eisini verður arbeitt við lógarsmíði og íverksetan av lógunum.

Nakað, ið fleiri meginfeløg arbeiða við, er navnaskifti. Orð broytast og mál mennast. Nøkur lond vilja hava orð sum handicap, funktionshinder ella funktionsnedsetning burtur. Hjá nøkrum gongur skjótt, og aðrastaðni gongur seinni. Meginfeløgini eita:

  • Danske Handicaporganisationer
  • Funksjonshemmedes Fellesorganisasjon
  • Aðildarfélög Öryrkjabandalags Íslands
  • Ålands handikappförbund
  • NIIK - Nunatsinni Inuit Innarluutillit Kattuffiat
  • KNIPK - Handicapforeningen i Grønland
  • Vammaisfoorumi – Finnish Disability Forum
  • MEGD

Tosað var eisini um týdningin av EDF, European Disability Forum, har Føroyar ikki er við. Fleiri av londunum fylgja fyriskipanum, sum koma úr EDF og Evropeiska Samveldinum. Serliga var tosað um týdningin at fáa fólk úr norðurlondum við í nevndir og stjórn. Hetta er ein sterkur felagsskapur og týdningarmikið er, at norðurlendska brekøkið er við, so norðurlendska røddin kann verða hoyrd. Í mai 2020 verður val aftur. So londini samdust um, at arbeiða saman við hesum.

Serstakt á fundinum hesaferð var, at Grønland var umboðað við tveimum meginfeløgum. Meginfelagið KNIPK og meginfelagið NIIK. KNIPK varð stovnað í 1981 og hevur síðan tá arbeitt kring landið við málum, ið viðvíkja teimum, ið bera brek. Í 2019 var nýggja meginfelagið NIIK sett á stovn.

Avbjóðingarnar í Grønlandi eru serstakar, serliga tí tey eru fá fólk í einum landafrøðiliga sera stórum landi. Kostnaðurin at koma út kring landið er høgur. Í løtuni ferðast talsfólkið á brekøkinum kring landið fyri at hoyra søgur úr bygdunum. Hetta hevur týdning eisini fyri at fáa politisku skipanina at lurta eftir dokumenteraðum søgum. Sosialu avbjóðingarnar eru stórar, men politikarar taka brekøkið í álvara, teir kenna avbjóðingarnar, og arbeiða fyri, at grønlendingar skulu kenna síni rættindi. T.d. skal ein brekpolitisk virkisætlan fyriliggja í 2022, og í 2020 fáa grønlendingar eina nýggja lóg á brekøkinum.

Sum altíð góðir og gevandi dagar saman við hinum meginfeløgunum, og her var ein lítil gluggi inn í dagarnar. 

Á myndini eru:

Eva Buschmann, forkvinna FFO, Norra
Sif Holst, næstforkvinna DH, Danmark
Thurídur Harpa Sigurðardóttir, forkvinna ÖBI, Ísland
Lilja Thorgeirsdóttir, aðalskrivari ØBI, Ísland
Þórný Björk Jakobsdóttir, ØBI
Susanne Broman, Ålands Handikappforbund, Áland
Hans Reimer, formaður KNIPK, Grønland
Kristine Reimer, aðalskrivari KNIPK, Grønland
Anders Meilvang, formaður NIIK, Grønland
Jessie Kleemann, tulkur
Pirkko Mahlamäki, umboðandi Finnish Disability Forum, Finland
Tóra vid Keldu, forkvinna MEGD, Føroyar
Jónvør Christiansen, aðalskrivari MEGD, Føroyar

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024