Rødd teirra ungu

januar 13, 2020

Í dag hevur MEGD verið á fundi í Helsinki saman við ungdómsfeløgum í Norðurlondum. Úr Føroyum vóru umboð frá Sinnisbata og ADHD-felagnum. Endamálið við fundinum var at seta orð á, hvussu luttøka av ungum, ið bera brek, kann verða styrkt og rødd teirra hoyrd.

Mynd: Rannvá Dam í Baianstovu, Asger Eið, Laura Kathrine Apol og Bára Silvansdóttir.

Dagurin, sum NVC og finska fólkaheilsuráðið skipaðu fyri, bygdi á tey 17 Heimsmálini fyri 2030. Í fimm av teimum 17 Heimsmálunum er brekøkið beinleiðis nevnt. Í heimsmáli 4 um Dygdargóð útbúgving, 8 um Sømiligt arbeiði og búskaparvøkstur, 10 um Minni ójavni, 11 um Burðardyggir býir og býlingar og 17 um Samstarv um heimsmálini. Saman við ST-sáttmálanum eru heimsmálini góð amboð, ið peika á góða samfelagið fyri øll.

Leinki til Heimsmálini.

Á fundinum í dag varð m.a. tosað um, hvussu ungdómsfeløgini arbeiða, hvussu tey eru fíggjað, hvørji mál hava serligan týdning, og hvussu feløgini arbeiða fyri at fáa rødd teirra hoyrda. 

Ein av framløgunum var frá felagsskapinum Sankarit, sum bjóðar ungum, ið bera brek, at vera virkin í einum umhvørvi, har tey ungu sjálvi seta dagsskránna og velja, hvat tey vilja gera. Tey ungu leggja tiltøkini til rættis, og høvuðsuppgávna hjá ráðgevunum, ið starvast har, er at stuðla teimum ungu í arbeiðinum, geva teimum eitt trygt umhvørvi, har tey trygt kunnu vera, sum tey eru.

Sankarit merkir hetja. Ført var fram, at tað hevur stóran týdning, at ráðgevar eru fakfólk, sum kunnu stuðla á einum góðum, fakligum grundarlagið, so tey ungu kenna seg væl og vird.

Leinki til stuttfilm um Sankarit

Eisini hevði norska felagið Unge Funksjonshemmede eina framløgu, ið varpaði ljós á arbeiði teirra. Tey eru eitt meginfelag við 37 limafeløgum úti um landið. Tilsamans hava tey eini 25.000 limir. Tey arbeiða fyrst og fremst við luttøku og javnstøðu fyri ung millum 12 og 36 ár, ið bera brek og liva við kroniskari sjúku.

Leinki til Unge Funksjonshemmede

Eina løtu settu tey ungu orð á evni, ið hava týdning fyri tey. Tey søgdu millum mangt annað:

  • Tey, ið eru eldri, hava trupult við at skilja ung, tí tey kenna ikki, hvat rørir seg í unga hugaheiminum og í gerandisdegnum.
  • Tað hevur týdning, at ung tosa saman, tí tey hava ofta nógv til felags og somu avbjóðingar.
  • Fíggjarligar avbjóðingarnar í feløgunum er felags fyri fleiri. Summi eru fíggjað á fíggjarlógini og við limaskapi, men fígging til stór tiltøk, til verkætlanir og kampagnur eru truplar.
  • Tað er torført at varðveita sjálvboðin í uppgávuni í longri tíð. Neyðugt er at hugsa um, at hesi ikki brenna út.
  • Vælferðartænasturnar í Norðurlondum líkjast, men hildið var t.d., at í Finlandi eru veitingar meira savnaðar, og tí er einfaldari hjá ungum at kenna rættin til veitingar og at fáa tær.
  • Hugtøkini á brekøkinum eru flótandi, og øll eru ikki samd um, hvussu orðingar skulu brúkast.
  • Í Føroyum er tað ov long bíðitíð fyri at verða útgreinaður.
  • Tað kann vera trupult at fáa fólk at skilja ymisku avbjóðingarnar.

Fleiri myndir frá degnum.

Við hesum lítla glottanum inn í ein áhugaverdan dag, ynskir MEGD at takka Lauru Kathrine Apol, Rannvá Dam í Baianstovu frá Sinnisbata og Asger Eið og Báru Silvansdóttir frá ADHD-felagnum fyri luttøku.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024