Rætturin til endurmenning

februar 12, 2020

- Eg havi altíð arbeitt nógv og havi elskað at arbeiða, so at fáa at vita eftir vanlukkuna, at eg ikki var við í arbeiðinum av fullum huga, tað var mær ein dyggur smeitur.

Sonne Smith skrivaði.

Tað sigur 26 ára gamla, Hervør Ólafsdóttir Lützen í Havn, sum er einlig mamma við trimum børnum.

Hervør er undir umskúling eftir, at hon fyri einum seks árum síðan var fyri vanlukku, har hon breyt óstbeinið. Eitt brotið óstbein veksur vanliga saman aftur av sær sjálvum, tó, í Hervørsa føri vaks tað ikki saman aftur, men tað fann hon ikki út av fyrr enn eitt hálvt ár eftir, tí gekk áhaldandi og stríddist við pínu, hóast hon hevði fingið at vita frá læknunum, at her var alt, sum tað skuldi, og einki var til hindurs fyri, at hon kundi fara út á arbeiðsmarknaðin aftur.

- Eg fekk ikki gjørt tað arbeiði, sum eg skuldi, og tað viðmerkti stjórin, har eg arbeiddi. Eg fekk ikki líka nógv burturúr sum hini starvsfólkini, segði hann. Hervør arbeiddi á eini Magn-støð.

 

Løgd undir skurð

Hervør fór til fysioterapeut, tí hon hugsaði, at tað kanska vóru vøddarnir, ið vóru skaddir ella viknaðir. Fysioterapeuturin staðfesti alt fyri eitt, at hetta var als ikki samanvaksið aftur. Hann ringir til Landssjúkrahúsið og sigur, at hetta er óvandaverk, og ein mánað eftir lá Hervør á skurðborðinum og fekk eina plátu lagda á brotið, men undir skurðviðgerðini vórðu nakrir eitlar kvettir. Tá ið hon arbeiddi, bólgnaði armurin, tí at veska samlaðist í honum samstundis við, at armurin var ógvuliga veikur júst tí, at hon hevði gingið so leingi við pínu, og hon skuldi royna at verja armin við at brúka hann sum minst.

Hervør breyt óstbeinið tann 9. juli í 2014. Hon var akkurát liðug við student og var farin uttanlands á eina stutta fjakkaraferð í tvær vikur í Írlandi. Hon og onnur ætlaðu at ferðast um alt landið, og allastaðni har tey komu í Írlandi, søgdu tey: Farið til Ring of Kerry í Killarny. Tey mæltu til, at fólk súkklaðu, tí so fingu tey rættiliga notið ferðina. Ring of Kerry er eingin mannagjørd súkklubreyt. Tey súkkla úr bygd í bygd, til samans 190 kilometrar.

Hervør var í Írlandi, tí henni hevur altíð dámað landið. Tann grøna Oyggin er ikki ov fjarskotin. Tað er heldur ikki ov stórur mentanarhvøkkur ... tað hevur næstan verið ein íborin áhugi hjá Hervør at síggja og uppliva Írland.

 

Lagnulødd undanbrekka

Hervør hevði súkklað 109 kilometrar fimta dagin í mótbrekku allan vegin tann dagin. Tá ið hon hevði súkklað ovast í brekkuni, var undanbrekka allan vegin til ta næstu bygdina. Hetta var ein rættiliga drúgvur teinur í undanbrekku, og Hervør læt bara súkkluna rulla, men brádliga sneiðir vegurin, sum hon ikki hevði varnast. Hon hoyrir vinmannin rópa: Bremsa!  Hervør bremsar, men missir tamarhaldið á súkkluni og dettur. Tá ið hon brestir í vegin, bóltaði hon eftir honum einar átta ferðir – varð henni fortalt aftaná. Tá ið hon raknar við aftur, fær hon so dánt reist seg upp, men hon fær ikki lyft armarnar og sær bara skuggar flyta seg. Hon roynir at siga okkurt. Fær ikki formað orðini. Tað kemur bara ljóð úr henni.

Hervør varð borin yvir um vegjaðaran, tí hon lá meislað mitt á vegnum. Fólk steðgaðu fyri at hjálpa, og tey sótu hjá henni, meðan tey bíðaðu eftir ambulansuni. Tað tók ein tíma at bíða og ein tíma aftrat at koyra á sjúkrahúsið.

- Læknarnir vita ikki, hví óstbeinið ikki vaks samanaftur, tí á skannaramyndunum sá tað út sum um, at tað var vaksið samanaftur, men eg havi sjálv hugsað nógv um hetta, tí eg havi eina teori um, at óstbeinið var brotið tvey støð.

Hervør heldur, at tað pettið av óstbeininum, sum lá ímillum tey bæði brotini á óstbeininum, hevur ikki fingið fest seg í støðini, har tað var brotið, og ein ein skinnari, sum ikki hevur havt festi, hevur lagt seg ímillum.

Í Írlandi varð óstbeinið skannað, og síðan varð myndin sent læknanum hjá Hervør í Føroyum. Hon var á Landssjúkrahúsinum, har tey tóku røntgenmynd og løgdu armin í fattil.

 

Fekk ikki arbeitt

Samanumtikið fór Hervør ígjøgnum nógvar kanningar, og um miðjan august í 2014 segði læknin á Landssjúkrahúsinum, at nú sá óstbeinið út til at vaksa samanaftur, so hon skuldi bara fara út á arbeiðsmarknaðin aftur.

Hervør Lützen hevði sum nevnt akkurát fingið studentsprógv tá. Síðan ætlaði hon sær at arbeiða í eitt ár og samla sær eitt sindur av pengum og so fara til Danmarkar at lesa, men hon hevði ikki endaliga gjørt av, hvat hon skuldi lesa til.

Hon fór til arbeiðis hjá Magn í Gundadali í Havn, men har mátti hon steðga á, hvørja ferð hon hevði vent einum 10 pylsum, tí hon fekk ilt í hondina, sum alsamt hovnaði. Tá ið hon kom til hús, legði hon dóttrina at sova og koyrdi hana á stovn. Sjálv svav Hjørdis syndarliga lítið um náttina. Hon var øgiliga móð hvønn einasta morgun, hon skuldi til arbeiðis.

- Eg var so troytt, og til seinast sigur ein, sum eg arbeiði saman við, at stjórin helt ikki, at eg fekk nóg nógv burturúr, tí eg var ikki líka skjót sum øll hini, og stjórin vildi fegin hava, at eg arbeiddi skjótari. Ókey, so royndi eg tað, men tað bleiv bara verri og verri við arminum.

 

- Far og fá tær hjálp!

Ja, so segði ein starvsfelagi við Hervør: Far til læknan aftur ella onkran, sum kann hjálpa tær, tað er ikki rætt, at tú blívur við at hava ilt.

Hon tók Panodil fyri pínu, men tað hjálpti sjálvandi ikki upp á pínuna, bara doyvdi eina løtu. Og Hervør dámar ikki at taka tablettir soleiðis hissini.

- Eg hugsaði nú fyri mær sjálvari – veitst tú hvat! Eg fari at ringja til ein fysioterapeut! Tí hann fær helst hjálpt mær við at fáa musklarnar trenaðar upp, tí tað man vera har, trupulleikin er.

Fysioterapeuturin hjá Havnar Fysioterapi, Hjørleif Niclasen, staðfesti skjótt, at óstbeinið var framvegis brotið, og meðan Hervør sat har, ringdi hann á Landssjúkrahúsið.

Vanlukkan hendi fyrst í juli, og Hervør fekk at vita í august, at hon kundi fara til arbeiðis. Hon fekk arbeiði beinanvegin, men í novembur-desembur fór hon til fysioterapi, og í januar varð hon boðsend at koma á Landssjúkrahúsið, har hon varð løgd undir skurð 5. februar árið eftir – í 2015, tá ið ein skiva varð løgd inn.

Maður hennara tá, sigldi úti og fekk tí ikki hjálpt henni. Eftir operatiónina fekk Hervør morfin fyri pínu, men morfinið hevði við sær, at hon svav nógv meira enn væl var. Hon fekk øgiliga nógv morfin, men royndi at taka so lítið sum møguligt. Tað bar rætt og slætt ikki til at vera doyvd av morfini, tí hon átti eitt lítið barn, sum hon skuldi taka sær av.

 

Heim til mammu sína

Hervør flutti heim til mammu sína soleiðis, at hon kundi hjálpa til, tí lítla dótturin var bara hálvtannað ár. Hetta lítla barnið skilti sjálvandi ikki, hvat bagdi, og var uppaftur nærri knýtt at mammu síni og ommu.

Í løtuni búgva Hervør og hennara trý børn í Lambagerði í Havn, og hon hevur bil, men henni og børnunum dámar so stak væl at fara við bussinum. Hon súkklaði ikki aftur fyrr enn í fjør – í 2018 – ikki tí at hon ætlaði sær at súkkla. Hon var og vitjaði eina vinkonu í Danmark, meðan børnini vóru í feriu hjá pápanum. Vinkonan spurdi, um tær ikki skuldu fara ein túr og kom við tveimum súkkluhjálmum.

- Øh, skulu vit súkkla? spurdi Hervør. - Ja, sjálvandi, sigur vinkonan, - vit eru í Danmark. Hon setti seg á súkkluna, men hon má siga, at tað kendist ikki væl. Vanlukkan hevði rótfest seg í likam og sál.

 

Endurmenning, hvat er tað?

Hervør kom annars til eina endaliga samtalu hjá læknanum hjá sær í Havn. Her varð mett, hvussu nógv prosent av arbeiðsførleikanum hon hevði mist. Tað vórðu til seks prosent, men hon visti einki um, at hon hevði rætt til hesa endurmenningina. Hon fekk bara at vita frá heilsuverkinum, at hon fekk so og so nógv afturgoldið frá tryggingini. Seinni fekk hon tó at vita frá eini vinkonu, at hevði hon mist seks prosent av sínum arbeiðsførleika, so hevði hon rætt til at søkja um endurmenning, og ikki fyrr enn tá sigur Hervør: - So, havi eg tað ... hvat er tað ...?

Hon fekk sjálvandi at vita, at hon fór at fáa hjálp við at trena armin uppaftur. At koma fyri seg. At leggja vanlukkuna aftur um seg. Hon fekk eisini at vita, at hon kundi fáa hjálp til at fara undir eina útbúgving, sum hon veruliga kundi brúka, hóast løsturin hevði darvað hana so mikið sum staðfest var.

Hervør var himmalfegin um, at hon átti eina vinkonu, sum visti alt hetta um, hvussu hon kundi koma víðari í lívinum.

Hon vendi sær nú til Almannaverkið og svaraði upp á eina rúgvu av spurningum har. Hon fekk millum annað at vita, at nú kundi hon fáa viðgerð hjá fysioterapeuti og ergoterapeuti. Hervør visti ikki rættiliga, hvat ein ergoterapeutur var fyri nakað, men hjá Almannaverkinum hitti hon Beintu, ergoterapeuti og Ára, fysioterapeuti.

Í fyrstani var tað óvguliga strævið, sigur Hervør, tí hon skuldi skriva upp fyri hvønn dag, hvussu pínan var eftir hvørja uppgávu, hon hevði útint, til dømis vaska klæðir og tílíkt, og bara tað at skula meta um pínuna. Tá ið ein hevur gingið við pínu so leingi, lærir ein seg at látast ikki at merkja pínuna.

- Men tá ið eg nú aftur skuldi læra meg at hugsa um hesa pínuna, so føldi eg hana nógv meira, enn eg hevði gjørt leingi, og tá varð eg so øgiliga troytt – at skula føla alla pínuna umaftur.

Tá fór Hervør aftur til tað at sova leingi, men tað fór ikki at bera til við trimum børnum, so hon fór at taka pínulinnandi heilivág aftur. Hon fann útav, at við góðari venjing eggjar kroppurin nøkrum evnum til at virka soleiðis, at pínan hvørvur, og við ergoterapi lærdi hon, at tað ber til at laga seg eftir umhvørvinum rundan um seg soleiðis, at tað verður lættari at brúka bilin hjá sær, vaska gólv, vaska klæðir, ja, yvirhøvur at virka uttan óneyðugt sjagg og baks hvønn tann einasta dag. Tað gongur væl nú. Hon dugir at handfara pínuna við teirri hjálp, hon hevur í endurmenningini.

 

Rópt samfelagsnassari

Ið hvussu er og ikki, so byrjaði endurmenningin hjá Hervør ikki fyrr enn í fjør – í 2018 eftir, at hon hevði livað við nógvari pínu í eini fýra ár. Tó kann Hervør siga í dag:

- Tey hava gjørt eitt fantastiskt arbeiði, fysioterapeuturin og ergoterapeuturin, tað er ordiliga deiligt at koma til teirra, tí mann følir tað ikki sum, at tað er nakað at skammast av. Mann er har fyri at fáa tað betri soleiðis, at mann kann koma útaftur á arbeiðsmarknaðin.

Skammast?

- Eg eri blivin kallað fyri samfelagsnassari, so her er framvegis henda skammarkenslan, ið nívir meg, tí eg fekk pengar frá Almannaverkinum fyri at koma ígjøgnum útbúgvingina, sum eg taki nú.

Hervør Ólafsdóttir Lützen í Havn lesur til lærara á øðrum ári ...

Greinin stendur í seinasta MEGD-blaðnum, sum umrøður týdningin av menning og endurmenning.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024