Góð ráð til tín

mars 19, 2020

Seinastu dagarnar hava fleiri felagsskapir givið góð ráð, nú gerandisdagurin broyttist, og vit ikki kunnu vera saman, sum vit plaga. M.a. hava Fólkaheilsuráðið og Sinnisbati givið sítt íkast við uppsløgum.

Á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum eru góð ráð frá WHO um, hvussu vit megna strongd, nú Covid-19 sjúkan er í umferð. 

Heinta uppslag her.

Tey siga, at:

  • Tað er vanligt at gerast kedd/ur, strongd/ur, ørkymlað/ur, bangin ella óð/ur í kreppustøðu. Tað, sum kann hjálpa, er at tosa við fólk, sum tú hevur álit á. Set teg í samband við vinir ella familju.
  • Um tú ert noydd/ur at vera heima, so minst til at varðveita ein góðan og sunnan lívsstíl, sum snýr seg um góðan mat, svøvn, venjing og njót at vera saman við tínum kæru heima og halt samband við familju og vinir antin við at ringja til teirra ella umvegis teldupost.
  • Kenslurnar skulu ikki viðgerast við tubbaki, alkoholi ella øðrum rúsevnum. Tosa við heilsustarvsfólk ella lækna, um tú ikki hevur tamarhald á støðuni. Tað er gott at hava eina ætlan um, hvar tú skalt fara, og hvar tú kanst fáa hjálp fyri likamliga og sálarliga heilsu, um tað gerst neyðugt.
  • Nem tær vitan. Samla upplýsingar saman, sum kunnu hjálpa tær við at finna útav, hvørjari støðu tú ert í, soleiðis at tú kanst taka fyrivarni, sum eru røtt fyri teg. Leita eftir álítandi og fakligum keldum, so sum á heimasíðuni hjá WHO, Sundhedsstyrelsen, Heilsumálaráðnum ella Fólkaheilsuráðnum.
  • Nýt minni tíð uppá miðlar, sum viðgera evni, sum gera teg óttafullan ella uppøstan, hetta fyri at avmarka óneyðuga stúran og øsing.
  • Nýt tíni evni, sum áður hava hjálpt tær til at handfara mótgongd í lívinum og nýt hesar førleikar at handfara tínar kenslur undir hesum avbjóðandi tíðum, meðan sjúkan er í umferð.

 

Eisini hevur Sinnisbati tíggju góð ráð tey, ið kenna ótta av corona.

Heinta uppslag her.

Sinnisbati vísir á, at:

  1. Tað hevur sera stóran týdning, at vit ansa væl eftir okkara sálarheilsu hesa tíðina - og ansa eftir hvørjum øðrum.
  2. Tað er púra vanligt, at vit gerast stúrin, bangin, kenna ótta og strongd, tá vit eru í kreppu. Tað kann tí hjálpa at tosa við onnur fólk um tína/tykkara støðu fólk, sum tú hevur álit á.
  3. Tað hevur stóran týdning, um tú mást vera heima vegna sóttarhald, stongd arbeiðspláss ella sjálvboðið sóttarhald, at tú heldur teg til sunnan mat, fært sovið, likamliga venjing og ert saman við fólki, sum tú ert góð/ur við.
  4. Best er ikki at nýta rúsevni og rúsdrekka fyri at megna ringu kenslurnar. Um tú ikki følir, at tú hevur tamarhald á støðuni, kanst tú práta við onkran serkønan um tína støðu.
  5. Fakta er gott at hava upp á pláss. Tí er týdningarmikið, at tú finnur álítandi keldur, sum greiða tær frá, hvussu tú kanst ansa eftir tær sjálvum. Tað kann vera hjá Altjóða Heilsustovninum, WHO, Degi & Viku og Landslæknanum.
  6. Tú kanst royna at leiða burtur tín ótta við at gera ymiskt, sum kennist væl fyri teg. Eitt nú hyggja eftir einum filmi saman við tínum nærmastu, spæla spøl, lurta eftir poddvørpum ella okkurt heilt annað.
  7. Tú kanst royna at arbeiða við teimum amboðum, tú vanliga hevur brúkt, tá tú hevur havt ótta og aðrar avbjóðingar í lívinum. Tað kann hjálpa tær at stýra kenslunum, meðan samfelagið er í hesi støðuni.
  8. Tað kann vera gott at merkja eftir í kroppinum, um tú upplivir ótta í hesum sambandi. Tú kanst royna at gera djúpar andadráttarvenjingar heilt niður í búkin og blása óttan úr kroppinum.
  9. Royn og sov væl og ikki hugsa ov nógv um tað, tú óttast. Tað kann kennasttorført, men tað kann geva ró og rúm fyri jaligum tonkum.
  10. Hygg kring teg. Hvat sært tú? Legg merki til smálutirnar, har tú ert. Tað snýr seg um at hugsa um okkurt annað og leiða tankarnar vekk frá óttanum, soleiðis at tú kanst koma aftur til tín sjálvs.

MEGD vónar, at tú við hesum finnur góð ráð, so gerandisdagurin, hóast umstøðurnar, gerst gevandi.

Seinastu tíðindi

Norðurlendsk yvirlýsing - Vitlíki skal fremja rættindi og luttøku

juni 25, 2025

Hvør verjir vælferðina?

juni 20, 2025

Deyva Cecilie er sjúkrarøktarfrøðingur

juni 9, 2025

Hjartans tøkk bæði fólk, fyritøkur, feløg og kommunur

mai 27, 2025