Týðandi at hava tað gott

mai 22, 2020

Tekna teg sum lim í einum ella fleiri av limafeløgunum hjá MEGD og ver við at menna føroyska samfelagið. Saman kunnu vit gera tað møguligt at varðveita dreymarnar, vísa á rættin at vera tann, vit eru og týdningin í at hava tað gott.


Limafeløgini eru 24 í tali og arbeiða hvør á sínum øki við at menna føroyska samfelagið gjøgnum gransking, íverksetan av nýggjum tilboðum og skipanum, lógarbroytingum og øðrum, ið gagnar málbólkinum.

Arbeiðið gevur møguleika fyri at møta øðrum, ið eru í somu ella líknandi umstøðum, tí ongin er einsamallur við síni avbjóðing. Ver við í týdningarmiklu mennnandi og spennandi felagsuppgávuni.

Fram um alt hevur tað helst týdning, at vit hava tað gott, at vit varðveita dreymarnar og sleppa at vera, sum vit eru.

Tekna teg sum lim – helst í dag.

Vís limafeløg í MEGD ▶

Seinastu tíðindi

Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv

mars 27, 2026

YNSKIR TIL KOMANDI SAMGONGU

mars 23, 2026

Ynskir frá MEGD til komandi samgongu

mars 23, 2026

”RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ OG VEITT EFTIR TØRVI”

mars 20, 2026