Týðandi stig eru tikin

juni 10, 2020

Á aðalfundinum 2020 varð m.a. staðfest, at enn eitt spennandi ár er vorðið søga. Týðandi stig eru tikin, og árið, ið longu er hálvrunnið, fer væntandi at føra okkum longur á leiðini til einar atkomuligari Føroyar. Enn eru hjartamál, ið skulu fremjast, og enn hava vit nógv at gera.

Í dag var útsetti ársaðalfundurin hjá MEGD. Í ár vóru karmarnir øðrvísi fyri at fylgja almennu tilmælunum um frástøðu og reinføri. Limafeløgini vóru tó væl umboðað. 

Fyri at hava orku at halda fram, hava hjartamál, ella týðandi framstig, ið gerast veruleiki, stóran týdning. M.a. varð nevnt, at samskipandi eindin er farin at virka. Eindin skal tryggja, at ST-sáttmálin virkar í verki á øllum økjum í samfelagnum. Hvørt landsstýrisfólk hevur ábyrgd av, at sáttmálin er settur í verk á teirra øki og hava landsstýrisfólkini tí tilnevnt ein lim hvør í samskipandi eindina. Týðandi er, at hetta verður ein virkin eind, ið dugir at taka brekpolitisku brillurnar uppá og at seta út í kortið.

Eitt av stóru hjartamálunum var lógin um almannatrygd og tænastur, sum varð einmælt samtykt á Føroya Landsstýri. Spennandi verður at síggja, hvussu nýggju og víðkaðu tænasturnar fara at virka. Her hevur tað avgerandi týdning, at fígging fylgir við. 

Eisini er hjartamálið um atkomu til bussarnar hjá Bygdaleiðum nú veruleiki. 1. mai 2020 byrjaði nýggja sáttmálaskeiðið um koyring av bussum hjá Bygdaleiðum, og harvið eru allir bussar hjá Bygdaleiðum atkomuligir fyri fólk, ið sita í koyristóli. Bygdaleiðir eru nú nýggjari, grønari og rúmligari. Nú er eftir at gera tænastuna náttúrliga hjá fleiri, so hon verður til gangs og brúkt. Takk fyri SSL fyri gott og djarvt arbeiði.

Vælkomin at lesa ársfrágreiðing og formansfrágreiðing her: https://megd.fo/arsfragreidingar

Tey 24 limafeløgini hava ein týðandi leiklut fyri samfelagið alt. Tey kenna avbjóðingarnar tætt inn at lívinum og kenna limirnar best. Saman við limafeløgunum ynskir MEGD at vera við at skapa eitt enn betri og atkomuligari samfelag. Hugaligt var í ár, at lív aftur er komið í felagið Colitis-Crohn Føroyar, og at tey høvdu sent umbøn um fullan limaskap aftur. MEGD ynskir teimum hjartaliga vælafturkomnan og takkar limafeløgunum fyri gott samstarv.

Helt greitt er tað saman, vit gera brekøkið sterkari.

Í starvsnevndini hjá MEGD eru:

  • Tóra við Keldu, forkvinna
  • Róa Midjord, næstforkvinna, Sinnisbati
  • Hallur Thomsen, Sclerosufelagið
  • Anna Petersen, Giktafelagið
  • Randfríð Skorheim Sørensen, Epilepsifelagið

Fleiri myndir her. 

 

Seinastu tíðindi

Løgmaður á ólavsøku um brekøkið

juli 29, 2020

Húsalánsgrunnur

juli 27, 2020

Hvør eri eg?  

juli 26, 2020

Vallógin

juli 13, 2020