Sama krav til øll ferðafólk nú

juni 18, 2020

Samfelagið varð stongt, og smittan mátti lúta. Av røttum breggjaðu vit okkum av, at hetta høvdu vit megnað væl. Nú vit lata upp aftur við landamarkið, er torført at síggja meining í tilmælinum. Tað stendur ikki mát við undanfarin tilmæli og gera mun á fólki – hóast smittan ongan mun ger.

Myndina eigur KvF.

Álit

Tilmælini frá politiska myndugleikanum hava bygt og byggja enn á álit. Tað hevur virkað, tí tilmælini hava givið meining. Tó er torført at síggja meining í nýggja tilmælinum um ferðafólk, ið koma til landið.

Ferðafólk kunnu vera smittukeldur, og hetta er vandamikið fyri fleiri bólkar í samfelagnum. Gott er tí kravið um, at ferðafólk skulu vísa váttan um negativa kanning, sum ikki er eldri enn fimm dagar. Men hví er alt fyri eitt ikki sama krav sett føroyingum, sum búgva her og ferðast uttanlanda og koma heim aftur?

Smittan ger ikki mun á. Føroyingar, sum búgva her, eru í sama vanda sum onnur at bera smittuna við sær. Hesi koma enntá beint inn í føroyska samfelagið.

Øll ferðafólk eiga tí at fáa sama krav um kanning.

 

Ikki tikin við

Fráboðanir frá Almannamálaráðnum, Almannaverkinum og Kommunufelagnum í mai um nýggj tilmæli á almannaøkinum góvu meining. Men nýggja tilmælið um ferðafólk gevur ikki meining fyri sama økið.

Hugvekjandi er, at hvørki Almannaverkið ella Kommunufelagið vóru tikin við, tá ið avgerðirnar vórðu tiknar. Læknafakligi myndugleikin setir eisini spurning við tilmælið.

 

Miðvís kanning av ferðafólki

Við tilmælinum um ferðafólk uppliva tey, ið frá byrjan hava upplivað størstu avmarkingarnar – okkara sjúku, veiku og gomlu – at enn hægri múrar verða lagaðir um tey. Hetta kann ikki vera meiningin.

Málið má vera, at øll fáa ein frælsari og virknari gerandisdag. Tí hevði tilmælið givið meining, um ein miðvís kanning, av øllum ferðafólkum, ið koma til landið, varð sett í verk alt fyri eitt. Hetta fyri eisini at geva teimum handan hækkandi múrarnar ein lætta.

Tá kundu vit væl møguliga breggjað okkum av, at hetta megnaðu vit eisini.

Seinastu tíðindi

Brekpolitikkur er samfelagpolitikkur

mai 2, 2024

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024