Matstovur bjóða vælkomin

juli 1, 2020

Allan juni mánað 2020 hava fólk sent MEGD uppskot um atkomuligar matstovur í Føroyum. Við hesum ynskir MEGD at vísa á týdningin í atkomu fyri øll.

Ein nevnd varð sett at meta um innkomnu uppskotini, samstundis sum eitt uppsøkjandi arbeiði varð gjørt. Í nevndini sótu Levi Hanusarson, Poula Reinert Olsen, Eyðun Hansen, Sonja Tausen og Ása Dánjalsdóttir, umframt forkvinnan og aðalskrivarin hjá MEGD.

Tey fýra atlitini vóru: Góð atkoma, atkoma til vesi, møguleiki fyri at fáa ovurviðkvæmis vinarligan mat, her laktosu- og glutenfrían mat, og góð parkeringsviðurskifti.

Hesi atlit hava sum heild stóran týdning. Fólk, ið bera brek, skulu sleppa inn í bygningar, fram at ymisligum umhvørvi og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi. Privatar eindir, sum veita hentleikar og tænastur, sum eru almenningi tøkar, skulu tí eisini vera atkomuligar fyri øll.

Í dag, 1. juli, kl. 15 vóru atkomuligu matstovurnar kunngjørdar á móttøku í MEGD-húsinum. Tær fáa viðurkenning fyri góða atkomu við einum lykli, ið verður sett á høvðusdyrnar í komandi viku. Lykilin vísir gestunum, at matstovan er atkomulig.

Matstovurnar, sum í dag hava fingið lykilin eru:

  • Glasstovan, Tvøroyri
  • Fjørukrógvin, Vestmanna
  • Burger King, SMS
  • Hornið, SMS
  • Hotel Runavík
  • Systrar, Norðurlandahúsið í Føroyum
  • Hotel Hafnia, Tórshavn
  • Jacqson, Klaksvík
  • Matstovan, Hotel Føroyar           
  • No. 12, Tórshavn
  • Seglloftið, Tvøroyri
  • Skeiva pakkhús, Tórshavn
  • Silo, Tórshavn
  • The Tarv, Tórshavn

Sjálvt um hesar nú hava fingið viðurkenning, eru vit vónandi ikki liðug at geva lyklar. Ætlanin er, at so hvørt, sum matstovur gerast atkomuligar, fáa tær lykilin frá MEGD. Vert er eisini at nevna, at um ein matstova flytir í onnur høli, har atkoman ikki er í lagi, so flytir lykilin ikki við.

Megd ynskir at takka fyri innkomnu uppskotini og at takka matstovunum, sum í dag hava fingið lykilin. Hesar eru fleiri, enn væntað, og vónandi verða fleiri lyklar komandi tíðina givnir.

Góðan morgun Føroyar var á vitjan í MEGD-húsinum, tá ið lyklarnir vórðu útlutaðir. Hoyr innslagið her. 

Seinastu tíðindi

Søguligt frambrot við brekumboði

desember 20, 2024

Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur

desember 18, 2024

Tilmælini frá brekrættindanevndini tøk á føroyskum

desember 18, 2024

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024