Nýggjasta
Øll kunnu ikki brúka munnbind
august 13, 2020
Farsóttarnevndin mælir fólki til at brúka munnbind í almenna rúminum. Hetta er eitt tilmæli og ikki eitt krav. Vert er tí at hava í huga, at tað kann vera ein væl grundað orsøk, um fólk heldur velja frástøðu og reinføri enn munnbind.
Myndina hevur Ólavur Frederiksen tikið.
Nøkur kunnu og skulu ikki brúka munnbind. Hesi eiga at vera undantikin tilmælinum frá Farsóttarnevndini um brúk av munnbindi í almenna rúminum.
Tilmælið eigur einans at fevna um tey, ið sjálvi eru før fyri at fáa munnbindið uppá og av.
Her eru nøkur, ið kunnu vera undantikin tilmælinum.
- Børn yngri enn 12 ár
- Fólk, ið hava avbjóðingar í andingarleiðunum, hava kognitivar avbjóðingar, ikki sjálvi kunnu taka munnbindið av, ella um tað gevur eina kenslu av at vera um at kódna.
- Munnbindið kann takast av til máltíðir, fyri at taka heilivág, og tá ið tosað verður við ein, ið munnavlestur t.d. ein, ið er tunghoyrdur.
- Munnbindið skal sita væl inn at andlitinum, og tað ger, at t.d. tey, ið hava frávik í andlitinum og oyrunum ikki kunnu brúka munnbind.
- Minnbindið kann takast av, um løgreglan skal eyðmerkja ein persón
Heimsheilsustovnurin, WHO, sigur, at soleiðis verða munnbind nýtt:
- Munnbind verður bara brúkt av einum persóni
- Munnbind skal burturbeinast eftir nýtslu í fýra tímar
- Um munnbindið verður vátt, skal tað burturbeinast
- Um ein nemur við munnbindið, verður viðmælt at burturbeina tað og vaska hendur
Seinastu tíðindi
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
mars 27, 2026
YNSKIR TIL KOMANDI SAMGONGU
mars 23, 2026
Ynskir frá MEGD til komandi samgongu
mars 23, 2026
”RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ OG VEITT EFTIR TØRVI”
mars 20, 2026