Nýggjasta
Atkoma til valstøð
august 26, 2020
Kommunuvalið er á gáttini, og MEGD hevur í dag sent øllum 29 kommununum áminning um at gera umstøðurnar at velja atkomuligar fyri fólk, sum bera brek, so tey hava sama rætt sum onnur at greiða atkvøðu.
MEGD heitir á kommunurnar at gera rímiligar tillagingar sambært ST sáttmálanum § 29 (i) og tryggja, at valmannagongdir, hentleikar og tilfar eru hóskandi, atkomulig og løtt at skilja og nýta.
Somuleiðis er umráðandi, at fólk í koyristóli og lamin sleppa framat valstaðnum ótarnað, og at neyðug tiltøk verða sett í verk, so fólk við breki, sjónveik, blind og fólk við niðursettari hoyrn lætt og loyniliga kunnu greiða atkvøðu.
Um tú hevur varhuga av, at valstaðið, har tú skalt atkvøða, ikki er atkomuligt, ert tú vælkomin at venda tær til MEGD.
Seinastu tíðindi
MEGD vitjar skúlan á Trøðni
september 8, 2026
Dagstovnalógin
september 4, 2026
Gávur kunnu gleða – men rættindi skulu skipast og fíggjast
august 27, 2026
EIN GLOTTI FYRI FRAMMAN
juli 30, 2026