Samtyktu broyting í kommunu- og løgtingsvallógini

september 16, 2020

Sambært ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, hava Føroyar skyldu at tryggja, at fólk, ið bera brek, fult og heilt fáa verið við í politiskum og almennum lívi á jøvnum føti við onnur, beinleiðis ella umvegis umboð, tey sjálv velja sær.

Myndin er lænt av vp.fo.

Í dag samtykti Føroya Løgting lógaruppskot um at broyta løgtings- og kommunuvallógina.

Vísandi til, at tað er ein mannarættur at kunna velja til løgtings- og kommunuval, fegnast MEGD um, at áheitanin varð gingin á møti. 

Tí við lógarbroytingini verður skarin av persónum, sum hava valrætt og eru valbærir til kommunuval, víðkaður til eisini at fevna um persónar, sum eru undir verjumáli og hava mist løgræði eftir verjumálslógini § 6.

Lógarbroytingin hevur eisini við sær, at ein veljari, sum einsamallur ikki er førur fyri at greiða atkvøðu á ásettan hátt, kann krevja, at annar av persónunum, sum veitir honum hjálp, skal vera ein persónur, sum hann sjálvur vísir á.

MEGD heitti í hoyringsskrivinum á Føroya Løgting um at gera somu broyting í stýrisskipanarlógini, so persónur, sum er undir verjumáli og hevur fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini § 6, eisini fær valrætt til løgtingsval.

Vónandi verður hetta við tíðini eisini gingið á møti.

Seinastu tíðindi

MEGD vitjar skúlan á Trøðni

september 8, 2026

Dagstovnalógin

september 4, 2026

Gávur kunnu gleða – men rættindi skulu skipast og fíggjast

august 27, 2026

EIN GLOTTI FYRI FRAMMAN

juli 30, 2026