Hoyring hevur týdning

oktober 5, 2020

Nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2021 varð lagt fram, og fólk seinni fingu tíð at lesa ymisku uppskotini til lógarbroytingar, sum ikki hava verið til hoyring, gav tað orsøk til at vera árvakin.

Vit eiga at hava tíð, tá ið broytingar verða gjørdar. Tað hevði politiska skipanin ikki, nú uppskot frá aðalráðunum um lógarbroytingar í samband við fíggjarlógararbeiði ikki vóru send avvarðandi pørtum til hoyring. Hetta er møguleikin hjá feløgum o.ø., sum arbeiða til frama fyri ávísar bólkar í samfelagum, at gera vart við sjónarmið, sum ofta hava týdning fyri fleiri.

Serliga tvey av uppskotunum um broyting í løgtingslóg hava seinastu dagarnar verið frammi alment. Tað er broyting í løgtingslóg um Heilsutrygd, har heilsutrygdargjaldið verður hækkað úr 0,60% til 0,70% og egingjaldið til heilivág verður hækkað. Eins og broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, tillagað starv, har ískoytið verður lækkað.

Hví hava hesar hækkingar og lækkingar týdning?
 

Sáttmálin vísir veg

Ikki er tað av tilvild, at ST-sáttmálin um rættindi teirra, ið bera brek, nevna hesi viðurskifti. Um arbeiði og starvssetan í § 27 m.a., at Føroya Landstýri skal taka hóskandi stig til javnbjóðis møguleikar og somu løn fyri arbeiði við sama virði, trygg og heilsugóð arbeiðsviðurskifti. Og í § 25 um heilsu, at Føroya Landsstýri ásannar, at fólk, ið bera brek, hava rætt til at njóta best møguliga heilsustøðið uttan mismun vegna brek.

Hækkingar og lækkingar, ið ikki eru tær røttu, raka skeivt og eru tí ikki við til at tryggja fólk, ið bera brek. Tí eiga aðalráðini at virða tíðina, ið hoyring tekur.

Vit eiga nú at vera á varðhaldi við vón um eina góða fíggjarlógarviðgerð og eina nærlagda viðgerð í tingsins nevndum við hoyringum av avvarðandi pørtum.

MEGD fekk møguleika at siga okkara hugsan um lógaruppskotið um arbeiðsfremjandi tiltøk í KvF leygardagin. Lurta her.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024