Byggið ein verjugarð um tey veikastu

oktober 16, 2020

Fíggjarmálaráðið nevndi í Degi & viku 15. oktober, í samband við sáttmálasamráðingarnar við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðinga, at MEGD hevði vent sær til Fíggjarmálaráðið við ynski um at gera avtalur, sum verja tey veikastu, tá ið verkfall er.

Hjartamál

Hetta hevur verið eitt av hjartamálunum hjá MEGD í fleiri ár og aftur í 2019 til løgtingsvalið, tá ið skrivað varð:

„Eingin lóg verjir fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Fleiri hava verið noydd at flyta úr egnum heimi til familju ella størri búfelagsskapir, tá ið verkfall hevur verið. Neyðugt er at arbeiða í friðartíð og gera avtalur, ið tryggja, at hetta ikki aftur kemur fyri."

MEGD sendi í januar 2018, í samband við trætuna á arbeiðsmarknaðinum millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag, áheitan á partarnar um at finna eina loysn á óvirðiligu støðuni, sum tá var íkomin.

Støðan á brekøkinum var tá alt annað enn góð. Fólk vóru noydd at flyta úr egnum heimi, orkan á stovnunum, ið hóast íkomnu støðuna enn vóru virknir, var rættiliga skerd, borgarar mistu stuðulin heima og rættin til náttarvakt, og verkfallið/verkbannið rakti børn, ið bera brek í fólkaskúlanum.

Borgarar hava longu vent sær aftur til MEGD við stúran um komandi lønarsamráðingar millum avvarðandi partarnar. Tey stúra somu støðu sum í 2018.

 

Enn er støðan tann sama

Tá ið MEGD í februar 2019 sendi evnislista til ST-nevndina, var aftur eitt av evnunum, at ongin lóg ella kunngerð tryggjar fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Í frágreiðingini varð víst á, at tað kom fyri, at fólk, ið bera brek, ið búgva á sambýlum ella vardum bústøðum, máttu flyta úr heimi teirra og heim til familju ella til størri eindir, tá ið verkfall var.

MEGD heitti aftur í juni 2019 á Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, Anniku Olsen, forkvinnu í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Jógvan Philbrow, formann í Føroya Pedagogfelag um at finna eina loysn.

Í 2020 hevur MEGD verið á fundi við Helga Ábrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum um sama mál. 

Tó kunnu vit í dag staðfesta, at einki er broytt, og enn er orsøk at stúra.

 

MEGD ynskir eina loysn

MEGD hevði í 2018 og hevur í dag ongar viðmerkingar um, hvør hevði ábyrgd av, at óvirðiliga støðan íkom. MEGD vil til eina og hvørja tíð virða rættin hjá fakfeløgum at stríðast fyri øktum rættindum, men vit eiga ikki at góðtaka, at hetta so viðbrekna øki aftur og aftur verður rakt so meint.

Sáttmálin við Føroya Pedagogfelag gekk út 1. oktober 2020. Hvussu verður nú?

Vit kunnu bara eygleiða støðuna, sum nú er, og vóna, at einki verkfall verður á hesum sinni, nú sáttmálasamráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar slitnaðu. Hóast fakfelagið er eitt annað, so hevur MEGD somu áskoðan.

Áheitanin frá MEGD til avvarðandi partar er: Byggið ein verjugarð um tey veikastu. Øll tola ikki eitt verkfall.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024