So er klárt!

oktober 28, 2020

27. oktober varð verkætlanin Talgildu Føroyar tikin í nýtslu. Her finna føroyingar talgilda samleikan, sum gevur atgongd til Vangan, har ymiskar tænastur eru, og har borgarar kunnu samskifta við almennar stovnar. MEGD og limafeløgini hava seinastu árini verið í ávísum samstarvi við Talgildu Føroyar um atkomu, og tí fekk forkvinnan í MEGD høvi at siga nøkur orð á degnum, sum nú standa niðanfyri.

Talgildu Føroyar. Endamálið er at seta í verk talgilt undirstøðukervi fyri Føroyar, soleiðis at tað verður lættari at samskifta við dátum fyri bæði borgarar og myndugleikar.

Tá ið eg í byrjanini hoyrdi ”lættari at samskifta”, so fór eg at ivast. Hevði hug at spyrja: Lættari fyri hvønn?

Og eg læs víðari.

Í stuttum hevur talgildingin við sær, at borgarar og fyritøkur kunnu samskifta trygt og talgilt við almenna geiran, og at fyrisitingarligar tænastur hjá tí almenna skulu verða tøkar á netinum.

Og eg hugsaði trygt – fyri hvønn?

Fyri eini 10% + føroyingar er tað ein avbjóðing at brúka it-loysnir við teksti og fólk, sum bera okkurt slag av breki, kunnu møta avmarkingum í talgilda gerandisdegnum. Hetta er eitt mett tal út frá útlendskum tølum.

Dagsins samfelag skal tí tryggja talgilda innklusjón og atkomu fyri øll.

Tí standi eg her í dag. Eg eri forkvinna í MEGD, sum er eitt meginfelag við 24 limafeløgum. 24 og vit kundu verið fleiri. Tað sigur eitt sindur um, hvussu samansettur veruleikin er.

Eg minnist ein dagin fyri eini trimum árum síðani, at eg noktaði at vera við í einum stuttfilmi um arbeiðið hjá Talgildu Føroyum. Einfalt ivaðist eg í, hvussu hetta fór at ganga.

Í dag kenni eg tað øðrvísi.

Samstundis sum eg sá avbjóðingar við at fáa allar føroyingar at ogna sær talgilda lykilin, so visti eg sjálvandi væl, at tøknin kann hjálpa fólki, ið bera brek, við at gera lívið lættari og at styrkja førleikar og sambond.

So hví ikki eisini finna eina føroyska talgilda loysn.

Fyri at røkka hesum máli var neyðugt at skipa soleiðis fyri, at ymiskir borgarar fingu møguleika at royna skipanina. Málið var og er enn, at føroyingar skulu vera so sjálvbjargnir á netinum sum gjørligt, so tað er møguligt at fáa ein talgildan samleika, ið eisini gevur eina trygga talgilda undirskrift.

Tí saman við einum talgildum samleikanum ber til víðari at menna talgildar tænastur.

Myndugleikar og onnur skulu kunna samskifta trygt. Harumframt skal dátutrygd verða í hásæti og grundardáturnar skulu standardiserast og góðskumennast, so tær verða lætt atkomuligar hjá øllum, ið hava tørv á teimum.

Talgildu Føroyar hava lagt sær hetta í geyma. Tey hava víst áhuga í at røkka fjøltáttaðu mongdini av fólki, sum vit kenna sum okkara. Tey, ið eru blind, sjónveik ella lesi- og skriviveik, hava kognitivar og kropsligar avbjóðingar.    

Takk fyri tað!

Loysnin var hvørki løtt ella skjót, og tá ið eg sigi loysnin, so hugsi eg, at vit framhaldandi óivað fara at uppliva tillagingar og onkrar broytingar. Fólk fara kanska at siga frá onkrum, sum ikki er hugsað um. Tað vil so vera.

Tað einfalda er gott. Tað einfalda er, at góðar loysnir virka fyri øll.

Algilt snið er eitt hugtak, sum kemur úr byggilistini og merkir, at bygningar, vøra, tænastur og umhvørvi eru estetisk og brúkilig hjá øllum. Hesin hugsanarháttur hóskar einum samfelag, ið vil vísa innklusjón og javnrætt.

Grein 9 í ST-sáttmálanum sigur um atkomu, at fólk, ið bera brek, skulu kunna liva sjálvstøðugt og fullvegis vera við øllum lívsins viðurskiftum. Tí skal Føroya Landsstýri seta í verk hóskandi tiltøk í hesum føri at tryggja fólki, ið bera brek, eins væl og onnur sleppa fram at upplýsing og samskifti, kunningartøkni, samskiftistøkni og skipanum, og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi. Hetta skal beina fyri forðingum m.a. í upplýsing, samskifti og øðrum tænastum, íroknað tøkniligum tænastum og neyðtænastum.

Eins og tiltakið í dag verður stroymt við teknmálstulki.

Fyri mong, ið bera brek, hevur nýggja tøkning, vælferðartøknin, givið nýggjar og vælkomnar møguleikar.

MEGD og limafeløgini hava síðani 2015 samskift við Talgildu Føroyar. Fyrst við eitt sindur av órógvi og so við og við vaks álitið, kann eg siga.

Tá ið eg skrivaði út at vita, hvat tey, ið hava roynt lykilin hava sagt, so sær tað ikki so galið út. Ein dagin fekk eg hesa viðmerkingina:

„Eg havi verið testpersónur vegna okkara økið, so eg havi í fleiri førum verið og avprøvað lykilin so hvørt, sum tey hava ment hann, og eg kann bara siga fyri meg, at tað var ein fragd at uppliva, hvussu atkomuligt tey hava klárað at gjørt lykilin... tað er so ofta soleiðis, at vit ikki kunnu vera við allan vegin ella kunnu klára at avgreiða persónlig viðurskiftir uttan at blanda onkran annan uppí, men í hesum førinum kendi eg meg sjálvbjargnan, tí eg kláraði øll stigini sjálvur... so tummil upp fyri innsatsinum hjá Klintra hjá Føroya Tele og Talgildu Føroyum, sum hava ment lykilin.”

Nú fer tíðin at vísa, hvussu arbeitt verður. Og jú, eg eri vónrík.

Takk fyri, at MEGD kundi vera við í dag, góða eydnu framhaldandi við menningini og tillukku við hesum nýggja kapitlinum í Føroya søgu, nú føroyska talgilda undirstøðukervið verður klárt at taka í nýtslu hjá øllum føroyingum. Umsíðir fáa føroyingar sín egna talgilda samleika og við honum atgongd til nýggja tænastuportalin, ið savnar alskyns tænastur á einum stað.

Og sjálvsagt er talgildi samleikin fyri øll.
Okkum øll!

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024