Livikor hjá fyritíðarpensjónistum kannast

desember 17, 2020

MEGD fegnast um, at verkætlanin við nøktandi játtan nú kann gerast veruleiki. Endamálið er at fáa til vega dagførda vitan um livikorini hjá fyritíðarpensjónistum, ið kann styrkja og stuðla undir arbeiðið hjá MEGD fyri bøttum umstøðum.

Góð tíðindi bórust í vikuni frá Granskingarráðnum, sum hevur játtað stuðul til eina verkætlan hjá MEGD um at kanna livikorini hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum. Eisini komu góð boð frá Betri Stuðulsgrunnurin um játtan til verkætlanina í fyrru viku.

Endamálið við verkætlanini er at fáa til vega dagførda vitan um livikorini hjá fyritíðarpensjónistum, ið kann styrkja og stuðla undir arbeiðið hjá MEGD fyri bøttum umstøðum. Tað er Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur, sum er verkætlanarleiðari. 

Á heimasiðuni hjá Granskingarráðnum stendur, at nevndin metir, at talan er um eina viðkomandi kanning, sum kann geva góða vitan og menna heilsuøkið.

Kanningin skal m.a. staðfesta munin millum tey mál, sum verða sett í vælferðarpolitikkinum, og veruleikan. Hon skal vísa á veikleikar í vælferðarskipanini og upplýsa um veruligu støðuna hjá borgarum í landinum. Hon skal staðfesta broytingar, sum borgarar við skerdum førleika uppliva, og kanna, um hesar broytingar hava munað hjá borgarunum síðani seinastu livikorkanningina frá 2007. Harumframt skal kanningin vísa á møguligar trupulleikar, sum síðani kunnu loysast, áðrenn tað er ov seint, og fáa ítøkiliga vitan um støðuna og møguligar ábøtur, sum kunnu stimbra sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, viðgerð og endurmenning.

MEGD takkar Granskingarráðnum og Betri Stuðul fyri stuðulin, sum kemur at fíggja verkætlanina. 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024