Politiska skipanin arbeiða skjótari og ítøkiligari

desember 30, 2020

Á veg inn í 2021 er ynskið, at politiska skipanin arbeiðir skjótari og meira ítøkiligt við loysnum, sum gagna teimum, ið bera brek. Eftir at MEGD í 2019 sendi ST frágreiðing um støðuna, og at Føroya Landsstýri seinni í 2019 svaraði ST spurningum, ið ST-nevndin setti, sendi MEGD nú í desember aftur Uttanríkistænastuni, og harvið Føroya Landsstýri, frágreiðing um støðuna. Og tað sama gongur aftur.

Lurta kanska ikki

Ivandi, um Føroya Landsstýri ikki lurtar ella bara ikki vil gera neyðugar batar, sendi MEGD aftur í desember hoyringarskriv viðvíkjandi mannarættindastøðuni í Føroyum til Uttanríkistænastuna.

MEGD letur frágreiðingina inn vegna limafeløgini. MEGD er meginfelag fyri 24 limafeløg við fleiri enn 3000 limum, ið umboða ein fjølbroyttan skara av fólki. Yvirskipaða politiska endamálið hjá MEGD er at betra rættindini teirra, ið bera brek. Harumframt samstarvar MEGD við norðurlendsku meginfeløgini. Einstøku limafeløgini í MEGD stremba eftir at betra um livikor og rættindi á teirra serstaka øki.

Hóast útmeldingin frá MEGD og limafeløgunum er greið, so koma somu ynskini aftur ár um ár. Sigast kann, at trupult at treingja inn í politisku skipanina, har tey fólkavaldu sita.

 

Gongur aftur og aftur

Dømi um tað, sum gongur aftur, er ynski um eina miðvísa brekpolitiska virkisætlan, og at tryggja fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er.

At persónar, ið bera brek, frítt kunnu velja, hvar tey vilja búgva, og hvørjum tey vilja búgva saman við, samstundis sum tey fáa neyðuga stuðulin til at liva sjálvstøðugt. Langur bíðilisti er, og fólk, ið bera brek, kunnu vænta at standa á listanum í fleiri ár, og tá eru almennu tænasturnar avmarkaðar.

At tryggja, at ST-sáttmálin um rættindi teirra, ið bera brek, verður innlimaður í almenna lóggávu og at samtykkja nýggja almenna lóggávu ímóti mismuni á øllum økjum í samfelagnum.

At broyta lóggávuna fyri at tryggja luttøku hjá øllum børnum, ið bera brek, í vanligu útbúgvingarskipanini serstakliga við nøktandi útbúgving av lærarum og øðrum starvsfólki í skúlaverkinum fyri at tryggja dygd í útbúgvingini hjá næmingum, ið bera brek.

At børn við menningartarni fáa munadyggan málsligan stuðul tíðliga, og at fólk við sálarsjúku fáa eitt bráðfeingisstað at venda sær.

At skipa fyri innsavning, greining og miðling av dátum, býtt eftir kyni, aldri, breki og øki; at betra um førleikamenningina; og at menna kyns- og aldursbundnar indikatorar.

At seta eitt óheft eftirlit við ST-sáttmálanum á stovn og at seta eitt talsfólk á brekøkinum.

Um áhugi er, kunnu frágreiðingarnar til og frá ST, frá Føroya Landsstýri og til Uttanríkistænastuna lesast á megd.fo/st-sattmalin í fullum líki. Hesar eru frá 2014 til í dag.

 

2021 er okkara vón

Tað omanfyri nevnda merkir ikki, at einki hendir á brekøkinum. Tað tekur bara alt ov langa tíð, og arbeiðið er ikki nóg miðvíst, eins og samstarv millum aðalráðini manglar. Fyri at náa nøkrum av málunum í 2021, sum bara er eitt úrval, má politiska skipanin arbeiða skjótari. Vit vita, hvat skal til.

Í februar 2021 skulu Føroyar lata yvirskipaða frágreiðing um mannarættindastøðuna í Føroyum, har Mannarættindaráðið hjá ST eftirmetir mannarættindastøðuna í øllum ST limalondum. Við hesum er sjálvt endamálið at virka fyri, at londini veita sínum borgarum ásettu mannarættindi, bæði í lóg og í verki.

Við hesum fara vit við vón inn í 2021 og vænta, at ynsktu batarnir gerst veruleiki og fara at merkjast hjá teimum, ið hava teir fyri neyðini.

Seinastu tíðindi

Aðalfundurin 2021

januar 22, 2021

Fjarandi tabu við ADHD

januar 12, 2021

Gevið teimum í vandabólki tilboð um koppseting

januar 6, 2021

Dugnandi sjálvhjálparbólkur

januar 5, 2021