Gevið teimum í vandabólki tilboð um koppseting

januar 6, 2021

Langt er á mál at koppseta føroyingar fyri koronu. Serliga langt tykist tað hjá teimum, sum eru í vandabólki. Hesi liva við ótta, og óttin er grundaður á, at tey als ikki tola smittuna. Hetta ávirkar bæði tey sjálvi og avvarðandi teirra.

Mynd: Norðlýsið

MEGD tekur undir við, at heilsustarvsfólk verða koppsett fyrst. Vit eiga sjálvsagt at tryggja týðandi virksemi og hava tamarhald á støðuni. Tó eiga vit eisini at forða fyri deyða og álvarsama sjúku orsakað av smittuni.

Nú eigur myndugleikin sum skjótast at geva teimum, ið eru í vandabólki og ynskja koppseting, trygd fyri, at tey eru næst. Eins og tey fáa at vita, nær tey kunnu verða koppsett.

Seinastu tíðindi

MEGD 45 ÁR – SAMAN UM EITT SAMFELAG FYRI ØLL

oktober 24, 2026

Serreglur til flóttafólk úr Ukraina

oktober 15, 2026

DÓMUR: TÝDNING FYRI RÆTTARTRYGDINA

oktober 15, 2026

Dómur: TÝDNING FYRI RÆTTARTRYGDINA

oktober 15, 2026