Fjarandi tabu við ADHD

januar 12, 2021

Nýggjasta MEGD-blaðið liggur nú teldutøkt á heimasíðuni, og hetta er ein av søgunum um ein persón, sum er við í einum sjálvhjálparbólki. Ein sjálvhjálparbólkur, ið fevnir um tey mongu við ADHD. Vit kunnu fara so nær, at vit siga, at persónurin er kvinna, men hon vil vera dulnevnd og sjálvsagt myndleys. So vit geva henni navnið Diana.

Orð: Sonne Smith

Diana er við í einum sjálvhjálparbólki, tí at hon hevur ADHD. Hon fekk staðfest ADHD fyri einum 10 árum síðan, tá ið hon búði í Danmark og las. Lesturin gekk væl, men tá ið hon kom út á arbeiðsmarknaðin varnaðist hon, at hon arbeiddi ikki sum vanlig fólk.

- Hevur tú ADHD, ert tú óstøðug, tú orkar óvanliga væl viðhvørt, minni væl aðrar tíðir. Tað svingar, og so er tað so torført at vera stabil. Eg kundi arbeiða meg um koll og varð sjúkrameldað, so eg fór sjálv og tosaði við læknan hjá mær um tað.

Eitt tíðarskeið gjørdi hon einki við tað, men so flutti hon heim til Føroya fyri átta árum síðan, og tað er stutt síðan, at hon helt við seg sjálva, at hon mátti royna at finna ein máta at handfara tað uppá.

 

ADHD-Felagið

- Tað fyllir so nógv í gerandisdegnum at vera einsamallur við tí, so eg var sum so ofta á netinum, og har kom eg fram á heimasíðuna hjá ADHD-felagnum. Eg helt, at eg skuldi vita, hvat felagið hevði av hjálpartólum, men eg kom fram á eina lýsing, har tað stóð, at felagið fór at skipa fyri sjálvhjálparbólkum í vár, og felagið skipaði aftur sjálvhjálparbólkar nú í septembur.

Hon skrivaði til Bjørg Dam, forkvinnu í ADHD-felagnum, og spurdi, hvat hetta var fyri nakað. Hjá Dianu var tað umráðandi, at ein fakpersónur var við, tí annars kann tað bara blíva til snakk.

Tað endaði tó við, at har kom Elisabeth Eið Eliasen at skipa fyri bólkinum. Elisabeth hevur drúgvar royndir frá psykiatriini at leiða bólkar. Tey høvdu fingið stuðul frá MEGD, Tórshavnar kommunu og Kalendaragávu frá Betri Banka. Kravið frá MEGD var, at ein fakpersónur skuldi leiða bólkin, um stuðul skuldi latast.

Elisabeth Eið Eliasen dugdi sera væl at stýra bólkinum við eini skrá, sum hon fylgdi. Í fyrireikingini til sjálvhjálparbólkar fekk ADHD-felagið Tine Hedegaard í danska ADHD-felagnum til Føroya at leggja nýsetta sjálvhjálparbólkatoyminum lag á, og felagið fekk eina handbók, Manual til mestringsgrupper for folk med ADHD, ið fevnir um níggju ferðir.

Tey vóru saman eina ferð um vikuna í húsunum hjá MEGD á Íslandsvegi í Havn. Tey møttust eini 10 í fyrstani, men endin var – sum typiskt er – at tey vóru eini seks-sjey eftir. Hetta var bara ein stutt tíðarrás, tí at koronusóttin steðgaði eisini hesum. Seinasti fundurin var einaferð í julimánaði eftir, at tey høvdu havt einar níggju fundir. Summi komu heilt úr Suðuroynni, onnur komu úr Vágum.

  

Kendi ongan

- Í fyrstani ivaðist eg í, um eg fór at fáa nakað burturúr hesum fundunum, tí eg kendi ongan annan í Føroyum við ADHD, tað er einki, eg gangi og skelti við, og tað ger mær vitandi heldur eingin annar, tó at eg veit, at nógv fólk hava ADHD. Men eg hugsaði, at tað hevði verið gott at hitt onnur, ið høvdu ADHD og hoyrt, hvat tey høvdu at greiða frá í sjálvhjálparbólkinum.

Í bólkinum tóku tey nøkur evnir at røða um. Tey fingu tosað um evnini, og tá fekk Diana at síggja, at hon var ikki einsamøll við sínum avbjóðingum. Onnur høvdu eisini aðrar avbjóðingar enn hon at greiða frá.

- Tað, eg fekk burturúr, var at møta fólki, ið hildu, at eg var ókey, sum eg var, men at tey sum eg ikki altíð passa inn á arbeiðsmarknaðinum. Tey fylla nógv, tey eru sera kreativ, tey eru øgiliga aktiv, men kenna seg ofta øðrvísi og passa tí ikki altíð inn.

Eisini kundi Diana hugsað sær, at fólk við ADHD í Føroyum kundu brúkst til og kundu verið sett í nørdastarv við sínum serliga førleika á serligum øki. Vit vita jú, at í Silicon Valley í Kalifornia til dømis eru nørdarnir eftirtrákkað fólk, tí at nørdurin hevur nakrar førleikar, ið eru omanfyri vanligar førleikar. Vit vita eisini, at triðihvør íverksetari í Silicon Valley hevur ADHD, men í Føroyum eru hesi fólk kortini verri fyri, tí at aftur her mugu vit staðfesta, at samfelagið er so pinkalítið, at her er í hvussu er óvanligt, at pláss er fyri nørdum.

- Ja, mann hevur kanska serlig evnir á summum trongum økjum, men summi duga illa at stýra einum heimi ella eini skrivstovu. Alt tað praktiska fyllir lítið hjá fólki, ið hava ADHD, tey eru ofta lítið motiverað í so máta.

Diana sigur, at síðan Bjørg Dam varð forkvinna í ADHD-felagnum, er hent nógv meira enn frammanundan, tá ið lítið og einki var at hoyra um viðurskiftini hjá hesum fólkum. Tað var Bjørg, ið fekk hugskotið um at skipa sjálvbólkarbólkar fyri vaksin fólk við ADHD.

- Nógv kemur frá Bjørg, hon fær gongd á nógv, sigur Diana um forkvinnuna í felagnum.

Tað, Diana vildi hava burturúr hesum bólkinum, var at fáa nøkur amboð, sum hon kundi brúka í gerandisdegnum. Amboð, ið kundu gera henni gerandisdagin lættari. Tey gingu ígjøgnum skránna og lærdu nakað um, hvussu tey kundu einfalda ymisk gerandislig viðurskifti.

- Men eisini, hvør sálarfrøðingur í Føroyum er góður at tosa við um ADHD til dømis, og hvør kann hjálpa mær við tí veruleika, at í Danmark varð eg privat diagnostiserað, men her skuldi eg ígjøgnum sjúkrahúsverkið.

Diana orkaði ikki psykiatriina, so hon fór í privata viðgerð fyri einum trimum árum síðan í Danmark, tí tað bar til hjá henni. Hon kendi ein føroyskan sálarlækna, sum hjálpti henni. Hon hevði verið hjá sálarfrøðingi fyrst, og hann vísti henni til sálarlæknan, sum annars ferðast ímillum Danmark og Føroyar.

- Hann rediagnosiseraði meg. Eg hevði diagnosuna niðrifrá, eg visti tað, men eg hevði líkasum sópað tað undir teppið.

Diana byrjaði altso hjá sálarlæknanum, og tað, sum Bjørg tekur upp, er, at tey, sum eru diagnostiserað privat, og tey, sum eru farin ígjøgnum psykiatriina, hava ikki somu rættindir.

- Eg kann ikki bara fara inn og fáa hjálp á sjúkrahúsinum. Tey, sum eru farin ígjøgnum psykiatriina, tey hava rætt til sálarfrøðihjálp og til ymisk amboð, og skuldi eg hava hesa hjálpina her, skuldi eg hava nøkur pappír við niðrifrá. Tey fekk eg ikki, tá ið eg var niðri. 

 

Diagnostiserað í Danmark

Tá ið hon flutti heim, royndi hon at seta seg í samband við sálarlæknan í Danmark, men hon fekk ongantíð fatur á honum aftur – kanska tí hann var farin frá fyri aldur. Í Danmark kanst tú annars fara inn á tað almenna sundhed.dk og síggja alt tað, sum tú hevur havt við heilsuverkið at gera. Hon hevði eingi pappír við sær frá sálarlæknanum, og her orkaði hon ikki ígjøgnum alt systemið aftur. Hon hevði hoyrt, at tað tók fýra til seks ár at fáa greiði á øllum meldrinum.

- Eg fór til mín egna lækna her, men tað er eftir øllum at døma ikki so lætt ... eg veit ikki ... so skal eg ígjøgnum alla psykiatriina og standa fleiri ár í bíðirøð. Vit skulu ígjøgnum allar royndir aftur, so tað orki eg ikki eina ferð aftrat. Tí var tað lættari at fara privat, tí tað er ikki so umfatandi sum hitt. Tað skuldi vera nú ella aldrin, tað var tá, eg hevði brúk fyri hjálp.

Tað var so nógv, sum tyngdi hjá Dianu. Tað var líkasum, at verðin stakk sundur hjá henni. Hon sigur, at hevði sjálvhjálparbólkurin verið til fyri nógvum árum síðan, hevði hann havt verið henni til stóra hjálp longu tá.

Tann størsti trupulleikin hjá Dianu, sum hjá so mongum øðrum við ADHD, er at taka seg saman at fáa avgreitt tað, sum hon einaferð setti sær fyri at fáa gjørt liðugt. Her verður til dømis hugsað um setursuppgávur, ið bara skulu fáast lidnar, men trupulleikin hjá fólki við ADHD er at fáa tikið seg saman og fáa tað gjørt. Ikki tí, at tey ikki skilja, hvat uppgávan snýr seg um, men bara – sum eisini er tað torførasta – at fáa tikið seg saman.

- Eg havi alla tíðina hug til okkurt, alla tíðina hug til at læra, havi hópin av hugskotum, men tá ið eg skal fara í gongd, er tað ikki so áhugavert longur.

Tey flestu halda als ikki tað sama sum Diana um viðurskifti, sum hon heldur vera spennandi. Hjá henni er alt, sum er spennandi, volapykk hjá øðrum. 

- Tað at fara í bindiklubba, fara í ein felags føðingardag, sum summi fólk elska, tað orki eg ikki fyri – hetta at sita við eitt borð og eta kaku og drekka kaffi og tosa um leyst og fast.

Hetta kann vera keðiligt, serliga í Føroyum, tí tað er so ringt at finna bólkar av fólki, ið hugsa og virka á sama stigi sum tey, ið hava ADHD.

Tað tekur langa tíð hjá Dianu at læra heilt vanligar gerandisligt vanaverk. Tað liggur rætt og slætt ikki í mønini. Tað tók henni langa tíð at læra at halda hús, at vaska klæðir, at gera mat.

- Siti eg við onkrum, sum eg haldi vera áhugavert, kann eg gloyma bæði at eta og drekka og at røra meg.  

 

Ung tosa opið um ADHD

Eitt gott er í sambandi við ADHD í Føroyum í dag. Tað er, at ungfólk við ADHD eru farin at tosa opið um tað. Tað er ikki longur tabu at tosa um hetta menningarórógv. Diana er fegin um, at tey ungu fáa nógva hjálp í dag afturímóti fyrr, tá ið tað næstan var skomm at hava ADHD.

- Tað eldra ættarliðið í Føroyum hevur havt ilt við at góðtaka ta veruligu støðuna í sambandi við ADHD, meðan tað yngra ættarliðið hevur einki problem við at tosa um tað. Tey vita, at ADHD er rættiliga útbreitt, so tað kann ikki vera annað enn rímiligt, at tey fylkjast at tosa um tað.

Diana heldur tað vera fantastiskt, at tey ungu eru so opin og erlig um brekið. Hon veit um ungfólk, sum siga: Jamen, eg dugi nøkur ting betur enn onnur, og nøkur ting skal eg hava hjálp til. Tað kann vera ørkymlandi, men tað er munandi lættari at góðtaka tað.

Diana sigur, at tað er so upp og niður við eitt nú svøvnlagnum, men tað verður rættað upp á tað eisini so við og við. Tað er umráðandi at taka hond um svøvn og góðan mat. At taka hond um alt hetta, sum kann geva tær eina góða døgnrytmu.

Um útlitini sigur Diana, at hon hevur øgiliga stórar tankar og øgiliga stórar dreymar um, hvat hon ætlar sær. Hon vil fegin føla, at hon gevur sítt íkast her í verðini, men so er tað aftur hetta, at tað kann vera og er yvirhøvur torført at sosialisera seg. Tað kann vera torført hjá henni at koma í samband við fólk, ið hava nakað við hennara lív og yrki at gera. Tað vanliga er ikki hennara sterka síða, heldur hon, men hon dugir væl at arbeiða við onkrum serligum. Hon keðir seg, um hon skal vera við í tí, sum kann kallast vanligt arbeiði, og so fer hon bara víðari.

- Annars eri eg væl fyri, tí eg havi lætt við at fáa eitt starv.

Tey, sum vóru við í sjálvhjálparbólkinum, har Diana hevur verið, hava hitst kortini, og tey ætla at hittast einar tvær ferðir aftrat fyri jól, tí tey fingu so mikið væl burturúr, at tey hittast av egnum áhuga fyri tað, um tað ikki akkurát er sum sjálvhjálparbólkur.

Tá ið Diana sá lýsingina um, at ætlanin var at skipa sjálvhjálparbólk fyri tey, sum hava ADHD, var tað einastandandi at fáa høvi at hitta fólk við somu sosialum trupulleikum sum hon. Í bólkinum greiða tey frá, hvussu tey hava tað, og tey kunnu fáa og fáa hjálp við tað, at her er ein fakpersónur, sum skipar fyri.

 

Trívist í bólkinum

- Tað hevur ótrúliga nógv at siga, tí annars stendur mann púra einsamallur. Er tað nakað, tú ikki tosar hart um, so veitst tú ikki, at vit hava fólk við somu trupulleikum sum tú hevur at dragast við.

Tað, sum er týdningarmikið við hesum er at kunna vísa á, at tað ganga altso nógv fleiri fólk, enn tú heldur, við somu trupulleikum.

Væl kann vera, at ikki øll kunnu diagnostiserast, tí at tey liggja niðanfyri mark fyri, hvat krossur verður settur við í yvirlitinum yvir fólk, ið hava ADHD.

Diana veit, at ert tú upp á vegin og roykir ella drekkur alkohol, ja, livir soleiðis, sum vit rópa ósunt, so kann tað hava ávirkan á, hvussu heilin útviklast. Sannlíkindini fyri at barnið hevur ADHD, um foreldrini hava tað, eru rættiliga víðfevnd. Tað kemur ikki av ongum, men umhvørvið hevur eisini sína ávirkan.

- Eg hopi, at møguleikin fyri at hittast í sjálvbólkarbólki er og verður støðugur. Eg trívist í bólkinum.

Diana fegnast um, at tað, sum hon higartil hevur upplivað í sjálvhjálparbólki, er, at bólkurin er væl skipaður. Her kunnu koma gestapsykologar og onnur serkøn, ið gera virksemið í bólkinum sera áhugavert. Røtt verður millum annað um spurningin: Hvat er ein forðing hjá tær? Dugir tú at hava skil á tínum peningaligu viðurskiftum? Dugir tú hetta við netbanka og alt hetta teldustýrda?

Tey viðgera tað húsliga, tey tosa um arbeiði, hvussu tú trívist í arbeiðinum, og um tú yvirhøvur hevur nakað arbeiði.

Tey, sum eru við í sjálvhjálparbólkinum, hava tagnarskyldu. Tey eiga ikki at fara út við nøkrum ella nevna nakran við navni. 

 

Gagnligur heilivágur

Yvirhøvur taka fólk, ið hava ADHD, medisin av ymsum slag. Diana brúkar heilivágin Concerta, sum er eitt sissandi evni fyri órógvað uppmerksemi, aktivitet og impulsitivitet (ADHD). Concerta hoyrir til bólkin methylphenidat, ein sentralstimulerandi heilivágur, ið verður brúktur til at viðgera ADHD og líknandi hjá serliga børnum og ungum, men í nýggjari tíð eisini hjá vaksnum. Hesar psykiatrisku diagnosurnar høvdu onnur heiti fyrr, eitt nú MBD, hyperaktivitet og DAMP.

Umleið 80 prosent av øllum fólkum við ADHD hava stóran ágóða av heilivágnum, sum tey taka. Heilivágurin er stimulerandi. Tað skal millum annað skiljast soleiðis, at heilivágurin stimbrar tínar tankar. Tað ber til at tosa við ein persón, sum hevur ADHD, um viðkomandi brúkar tað rætta medisinið. Yvirhøvur stimbrar tann rætti heilivágurin førleikan til at halda út. Tað stimbrar treysti, áhaldni, seiggi.

Hjá Dianu kann tað til dømis vera ógvuliga ringt at seta seg niður at skriva eina grein, tá ið hon veit, at hon ikki tímir. Men tá ið hon tekur medisinið, kann tað verða lættari at fáa tað gjørt. Hon hevur spurt bæði sálarfrøðing og sálarlækna um, hvat hetta medisinið ger. Hon spyr um hjáárin, men tað hevur ikki tað, hon veit av, nervað hana stórvegis í so máta, sigur hon.

- Eg taki hetta medisinið hvønn dag, tríggjar ferðir um dagin, og tað hjálpir mær ótrúliga væl.

Diana sigur um sínar felagar í sjálvhjálparbólkinum, at tey eru góð við hvønnannan. Tað hevði hon ikki væntað, tá ið hon byrjaði har. Hon kann staðfesta, at sumt, sum hon hevur lætt við at handfara, kann vera torført hjá øðrum, men her fáa tey hjálpt hvørjumøðrum at finna stevið.

- Tað er ikki soleiðis, at vit síggjast dagliga, men tá ið eg møti teimum, práta vit um viðurskiftini.

Diana heldur, at í Føroyum hava vit ov fáar sjálvhjálparbólkar yvirhøvur. Tú kanst tykjast at fungera væl úteftir, men innan í tær stendur stríð um bæði eitt og annað. Hon væntar kortini, at alsamt fleiri sjálvhjálparbólkar fara at verða skipaðir.

- Tað er sera umráðandi at varpa ljós á alt, sum vit hava at stríðast við, og sjálvhjálparbólkar eru avgjørt ein góð hjálp. Meira hetta verður góðtikið, lættari er tað at vera, sum mann er.

Meira kunning um ADHD á heimasíðuni adhd.fo

MEGD-blaðið kanst tú lesa her.

Seinastu tíðindi

Aðalfundurin 2021

januar 22, 2021

Fjarandi tabu við ADHD

januar 12, 2021

Gevið teimum í vandabólki tilboð um koppseting

januar 6, 2021

Dugnandi sjálvhjálparbólkur

januar 5, 2021