Øll kunnu vit hjálpa hvør øðrum

februar 16, 2021

Nýggjasta MEGD-blaðið liggur nú teldutøkt á heimasíðuni, og her er ein av greinunum sum vísir á, at øll kunnu vit hjálpa hvør øðrum. Tað eru Frida Poulsen og Tóra Petersen, sálarfrøðingar, sum eiga orðini, her tær millum annað greiða frá, hvussu sjálvhjálparbólkar kunnu verða skipaðir.

Mynd: Sonne Smith

- Eg føldi, at hini veruliga skiltu mína støðu. Og haraftrat kundu vit brúka okkara royndir til at hjálpa og ráðgeva hvør øðrum.

Soleiðis fortaldi ein ungur maður einaferð um tað at ganga í sjálvhjálparbólki. Hóast hansara sálarligu avbjóðingar leingi høvdu lagt fótonglar í gerandisdegnum, tók tað honum langa tíð, áðrenn hann takkaði fyri tilboðið um at vera við í einum sjálvhjálparbólki fyri fólk sum hann við sálarligum avbjóðingum. Óvissan um, hvat ein tílíkur sjálvhjálparbólkur var, hvørji hini í bólkinum vóru, og hvat tey fóru at siga og halda, helt honum leingi aftur. Og júst tí er tað so gott, at MEGD viðger evnið.

Flestu okkara vita ivaleyst, hvussu gott tað kennist, tá ið onnur royna at skilja støðuna, sum vit eru í. Tá ið onnur lurta eftir okkum og geva okkum umsorgan og stuðul. Felags fyri øll menniskju er, at vit eru sosialar verur og rætt og slætt hava brúk fyri hvør øðrum. Nógv er granskað í týdninginum av stuðli frá okkara medmenniskjum, og úrslit benda á, at stuðul hevur góða ávirkan á ta kropsligu og sálarligu heilsuna bæði hjá teimum, ið veita, og hjá teimum, ið fáa stuðul. Kanningar vísa millum annað, at fólk, ið fáa góðan stuðul frá sínum næstu og umhvørvinum, liva longri, eru minni sjúk, verða skjótari frísk, tá ið tey verða sjúk, duga betur at handfara kroniskar sjúkur og hava sum heild betri sálarheilsu. Aðrar kanningar vísa eisini, at geva vit øðrum stuðul, verða vit glaðari og fáa meira yvirskot.

Hjá summum er tað at geva og fáa stuðul frá okkara næstu ein partur av gerandisdegnum og ein natúrligur partur av tí at vera menniskja. Okkurt bendir tó á, at nútímans samfelagið elvir til, at vit onkursvegna niðurraðfesta hetta og mugu minnast til tað við eitt nú almennum átøkum sum ABC fyri sálarheilsu, sum Fólkaheilsuráðið hevur sjósett í Føroyum.

 

Ymisk menniskju – ymisk sløg av stuðli

Líka so ymisk vit eru sum menniskju, líka so ymist kann tað vera, hvat vit hvør sær kenna sum stuðul, og hvat slag av stuðli, okkum tørvar. Stuðul frá okkara medmenniskjum ella umhvørvi verður á fakmáli ofta nevndur sosialur stuðul og verður ofta bólkaður í fýra sløg stuðli:

  • kensluligur stuðul, tá ið vit uppliva, at ein annar roynir at liva seg inn í okkara støðu og vísir okkum umsorgan
  • váttandi ella viðurkennandi stuðul, tá ið vit fáa viðurkennandi ella váttandi afturboðan ella útsøgn
  • kunnandi stuðul, tá ið vit fáa ráðgeving og vegleiðing soleiðis, at vit finna loysnir á persónligum ella sosialum avbjóðingum
  • búskaparligan og handaligan stuðul av ymsum slag

Kelda: Folkehelseinstituttet, Norra

Henda bólking kann vera ein hjálp, tá ið vit hvør sær skulu veita einum av okkara næstu stuðul. Men vit mugu gera okkum størri ómak, tá ið vit skulu stuðla hvør øðrum. Tí tað, sum hjá tær kennist sum ein stuðlandi hond, nýtist als ikki at vera stuðul hjá tínum besta vini. Sum orðatakið sigur, Eingin kennir mein í annans bein, kann tað vera sera torført, um ikki ógjørligt, at kenna og skilja neyðina hjá øðrum. Flestu okkara hava ivaleyst verið í støðuni, har ein av okkara næstu er komin til okkara og hevur havt brúk fyri at tosa um sínar avbjóðingar, men samtalan endaði við, at vit tosaðu um okkara egnu neyð heldur enn at stuðla og hjálpa hinum … Yvirhøvur hava vit kanska eisini verið í støðuni, har stuðulin frá okkara næstu, hóast intentiónin var góð, ikki akkurát var tann stuðulin, okkum tørvaði, fyri at klára eina avbjóðandi støðu. Í júst tílíkum føri kann spurningurin, hvat hevði tú viljað at eg hjálpti tær við? vera gull verdur. Ella dirvi til at siga, at tað hevði verið mær ein so góð hjálp, um tú kundi … Kanning av føroyskum ungfólkum vísti júst, at fingu tey góðan sosialan stuðul eftir, at tey høvdu verið fyri álvarsligum møguliga traumatiserandi hendingum, so høvdu tey færri eyðkennir upp á kropsliga og sálarliga strongd.

 

Viðhvørt skal annað til

Onkuntíð skal meira til enn stuðul frá okkara næstu, fyri at vit klára eina støðu ella fáa tað burturúr gerandisdegnum, sum vit kundu hugsað okkum. Tað kann antin vera tí, at vit eru í eini serligari støðu ella hava avbjóðingar, sum krevja nakað annað. Sum til dømis ofta er støðan hjá limunum í feløgunum, sum eru limir í MEGD. Ein máti, almennir stovnar og almannagagnligir felagsskapir kunnu veita sosialan stuðul upp á er m.a. við at skipa samtalubólkar.

 

Hvat er ein sjálvhjálparbólkur?

Ein sjálvhjálparbólkur er eitt stað, har fólk kunnu møta øðrum í líknandi støðu. Har tey kunnu práta um tað, tey hava upplivað, deila sínar royndir, ráð og vitan um, hvussu støðan kann handfarast. Og har, tey kunnu deila sínar reaktiónir og trupulleikar við fólki, sum veruliga skilja tey. Sjálvhjálparbólkar kunnu vera eitt frístað, har rúm er fyri tonkum, ið verða viðurkendir, og reaktiónirnar verða normaliseraðar.

Sjálvhjálparbólkar kunnu vera ymiskir. Skapið á bólkunum verður ofta avgjørt av felagsskapinum, ið hevur teir, hvørjar persónligar og fakligar royndir, bólkaleiðarin hevur, og hvat endamálið er við bólkunum, sum til dømis:

  • Viðgerandi bólkar verða ofta leiddir av fakfólki við terapiútbúgving so sum sálarfrøðingum, psykiatarum og psykiatriskum sjúkrarøktarfrøðingum. Bólkanir hava ofta eitt viðgerandi endamál, og ymiskir viðgerðarhættir og sjúkrafrálærur verða ofta lagdar fram.
  • Fakliga stýrdir bólkar verða ofta leiddir av fakfólki sum prestum, námsfrøðingum, (psykiatriskum) sjúkrarøktarfrøðingum, ljósmøðrum ella øðrum yrkisbólkum uttan terapiútbúgving. Endamálið við hesum bólkum er fakliga grundað.
  • Bólkar av javnlíkum verða ofta leiddir av sjálvbodnum, ið hava havt líknandi avbjóðingar ella hava upplivað nakað líknandi sum luttakararnir í bólkunum. Endamálið við hesum bólkum er ofta hjálp til sjálvhjálp. Bólkaleiðararnir hava vanliga tikið skeið í leiðslu av tílíkum bólkum. 

Sjálvhjálparbólkar kunnu eisini hava ein blandaðan leiðsluhátt, har t.d. fakfólk stýra bólkunum saman við sjálvbodnum og javnlíkum. Dømi um hetta í Føroyum eru bólkar hjá Beranum, sum arbeiðir fyri at stuðla børnum og ungum, ið hava mist foreldur ella systkin. Her eru allir sorgarbólkarnir leiddir tvørfakliga av t.d. sálarfrøðingum og fakfólki við viðkomandi útbúgving og royndum. Aftrat tveimum bólkaleiðarum til hvønn bólk eru sjálvboðin knýtt at summum av bólkunum. Tey sjálvbodnu hava sjálvi upplivað at missa eitt foreldur ella systkin og hava megnað at fóta sær aftur í lívinum. Tey sjálvbodnu virka sum eitt millumlið millum bólkaleiðararnar og luttakararnar.

Í sjálvhjálparbólkum kunnu luttakararnir fáa vitan, góð ráð og hjálp til at seta orð á og skilja sína egnu støðu og reaktiónir. Hetta kann gera sítt til at normalisera kenslurnar, sum luttakararnir stríðast við og minka um kensluna av einsemi. Sjálvhjálparbólkar kunnu vera eitt stað, har møguleiki er fyri at seta orð á torfør evnir, sum luttakararnir kanska ikki hava tosað við onnur um fyrr, og eitt stað har tabu verða brotin. Her kunnu luttakararnir práta um tað, teir hava upplivað og deila teirra tankar og kenslur í tryggum kørmum.

 

Eru sjálvhjálparbólkar egnaðir til øll?

Tað er sera týdningarmikið, at luttakararnir verða kunnaðir um, at teir ikki kunnu fáa tað sama burturúr einum sjálvhjálparbólki sum frá einstaklingaviðgerð og øvut.

Luttakarar, sum hava verið fyri ógvusligum hendingum, ið hava givið teimum posttraumatiskar reaktiónir, kunnu eisini fáa gagn av at vera við í samtalubólkum, hóast teir aloftast eiga at fáa sálarfrøðiliga viðgerð aftrat sjálvhjálparbólkunum. Fyri at tryggja, at hesir luttakarar ikki verða retraumatiseraðir, er neyðugt, at leiðararnir hava fakligar førleikar til at handfara støðuna, um summir av luttakarunum taka álvarsamar trupulleikar upp.

Áðrenn bólkar verða skipaðir, er umráðandi við innleiðandi samrøðum og kunning til hvønn einstakan luttakara, soleiðis at luttakararnir ikki byrja í bólkum, sum ikki hóska til teir. Undir innleiðandi samrøðuni er eisini møguligt at greiða týðiliga frá, hvat væntað verður av luttøkuni í bólkinum. Tá ið hildið verður, at luttakarar av ymsum orsøkum ikki hóska til bólkin, er neyðugt, at teir verða kunnaðir um tað. Tá kann ávísast til einstaklingsviðgerð, viðmæla ein viðgerandi bólk ella bjóða luttøku í einum fakliga stýrdum bólki samstundis við terapeutiskari viðgerð. Kanningar av sorgarbólkum í Norra vísa, at luttakarar, ið taka ímóti einum tilboði, sum ikki hóskar til teir, ofta gevast aftur í sorgarbólkunum.

 

Leiðsla av sjálvhjálparbólkum

Afturat royndunum, vitanini og fortreytunum, sum bólkaleiðarar hava, er umráðandi, at teir hava vitan um tær avbjóðingar, sum málbólkurin kann hava, samanspæl í bólki, og hvussu avbjóðingarnar ávirka fólk ymist. Fyri at vitanin hjá bólkaleiðarum kann vera dagførd, og bólkaleiðararnir skulu kenna seg tryggar og eggjaðar, er umráðandi, at teir fáa bjóðað skeið og supervisión regluliga. Aftrat yrkisgrundarlag eru persónligu fortreytirnar og eginleikarnir hjá bólkaleiðarunum týdningarmiklir, serstakliga førleikin at liva seg inn í lívið hjá luttakarunum, at lurta og at vísa umsorgan. Tá ið bólkaleiðararnir eru javnlíkir við limirnar í bólkinum, er umráðandi, at tey hava arbeitt við sínum egnu arbjóðingum áðrenn soleiðis, at tey kunnu brúka sínar royndir og vitan á ein jaligan hátt.

 

Keldur

Dyregrov, A., Johnsen, I., & Dyregrov, K. (2012). Hvordan lede sorggrupper? En håndbog for sorggruppeveiledere. Oslo: Abstrakt forlag AS.

Folkehelseinstituttet (2015, 11. mai). Fakta om sosial støtte og ensomhet. Staðfest t. 21. septembur 2020 á: https://www.fhi.no/fp/psykiskhelse/psykiskelidelser/sosial-stotte-og-ensomhet---faktaar/

Fólkaheilsuráðið (2017). ABC fyri Sálarliga heilsu. Staðfest t. 24. septembur 2020 á: http://www.folkaheilsa.fo/salarlig-heilsa/abc

Johnsen, I., Dyregrov, K., & Dyregrov, A. (2011). Omfang og organisering av sorggrupper i Norge. Tidsskrift for Norsk Psykologforening, 48, 1178-1183.

Johansen, I., Dyregrov, A., & Dyregrov, K. (2012). Participants with prolonged grief – How do they benefit from grief group participation? Omega, 65(2), 87-105.

Petersen, T., Elklit A., & Olesen, J. G. (2010). Victimization and PTSD in a Faroese youth Total population sample. Scandinavian Journal of Psychology.

 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024