1: Tí eru vit sjálvboðin

mars 17, 2021

"Tí eru vit sjálvboðin" var yvirskriftin í nýggjasta MEGD-blaðnum, har limafeløgini settu orð á, hví tey gjørdust sjálvboðin. Sjálvbodna arbeiðið í limafeløgunum hevur ósigiligan týdning fyri samfelagið alt. Komandi vikurnar hoyra vit limafeløgini svara, og í dag er tað ADHD-felagið og Alzheimerfelagið.

ADHD felagið

Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði?

Vit vilja fegin vera tann hjálpin, ið vit sjálv hava havt og hava tørv á. Og vera ein rødd fyri tey, ið onga rødd hava. Vit vilja seta andlit á ADHD, umboða og avstigmatisera við at geva okkara íkast til at økja um vitanina um ADHD í øllum fláum og skipanum í samfelagnum. Soleiðis kunna vit bøta um korini hjá fólki við ADHD og avvarðandi teirra, og verða við at gera Føroyar meira rúmligar fyri øll at búgva í.

Hvat ger, at tit halda fram at gera sjálvboðið arbeiði? 

At vera við í sjálvbodnum arbeiði gevur okkum fleiri ferðir aftur tað, ið vit geva. Løtan, tá ið tú merkir og sært, at tú birtir eina vón í einum menniskja, ið annars er umgyrt av ruðuleika - ja, tá gevur alt arbeiðið meining.  At arbeiða frama fyri ADHD er motiverandi og jaligt, tí vit fáa sera góða móttøku, stuðul og ofta undirtøku har vit venda okkum. Hóast tílíkt arbeiði ofta tekur tíð, so síggja vit nógvar ringar í vatninum av okkara sjálvbodna arbeiði. Praktiska vitanin ein fær um ADHD og samfelagið kann ein ikki lesa seg til, og er eisini við til at gera lívið sum havandi og avarandi lættari.  

Hvørji tilboð bjóða tit limunum og hví?

Stóra limatilgongdin í felagnum seinasta árið gevur væl betri møguleikar at skipa fyri limatilboðum. Flestu fólk við ADHD og teirra nærmastu hava kent seg sera einamallan, tí ADHD er vanliga ikki nakað tú tosar við onnur um. Tí hava vit lagt okkum eftir at vísa andlit, ítaluseta ADHD og verða sjónlig og bjóða til kontakt bæði á nýggju heimasíðuni, Facebook og Instagram, har vit javnan leggja tilfar út. Tað eru vit í nevndini, ið eru avvarandi og havandi ADHD, sum svara telefon, teldupostum, messenger og øðrum boðum. Ynskiligt er, at fáa skipaða fakliga ráðgeving upp at koyra, eitt nú við fastari telefontíð. Hettar arbeiða vit við. 

Vit hava haft limafundir og ADHD rundferðina, sum tíverri mátti steðga vegna korona. Í februar byrjaðu fýra sjálvhjálparbólkar, sum hava eydnast sera væl. Tilboðið kemur at halda áfram. 

 

Alzheimerfelagið

Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði?

Alzheimersfelagið er eitt felag, hvørs nevndarlimir gera sjálvboðið ólønt arbeiði, tí vit halda tað vera  umáðandi at hjálpa teimum, sum eru vorðin demenssjúk, familjum teirra og avvarðandi. Vit vilja vera málgagn teirra, sum ofta tørvar eina rødd móti myndugleikum og øðrum viðkomandi stovnum. Tað halda vit í nevdini vera týðningarmikið og gagnligt fyri tey sjúkuraktu, teirra næstringar og fyri samfelagið.

Hvat ger, at tit halda fram at gera sjálvboðið arbeiði?

Tvær høvuðsorsøkir eru til, at vit hava hug og vilja halda fram við okkara sjálvboðna arbeiði: tann fyrra er, at tey sjúkuraktu kunnu ikki sjálv tala sína søk, og tann seinra er, at okkara avrik tykist hjálpa og gera mun.

Ein, kanska stór, orsøk til hetta er, at nevndin frá byrjan hevur verið samansett av bæði avvarðandi, ið umboða tey sjúkuraktu og kenna persónliga trupulleikan best, og fakfólkini hava neyðuga serkunnleikan til at leggja røttu kósina sum serkøn og fakligir vegleiðarar. Í fleiri førum eru og hava nevndarlimir verið bæði avvarðandi og fakfólk.

Hvørji tilboð bjóða tit limunum og hví?

Alzheimerfelagið varð stovnað í septembur í 2001, og hevur felagið verið rættiliga virkið hesi 19 árini. Felagið hevur m.a. staðið fyri at útbúgva teir fyrstu 20 demenssamskipararnar, tað stóð fyri verkætlanini: “Dalalon - eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúkum”. Úrslitið av hesari verkætlanini er í dag dagtilhaldið Stjørnulon, sum Tórshavnar kommuna rekur.

Í 2015 var ein demensætlan handað avvarðandi ráðharrum innan Almanna - og heilsuøkið, har umboð fyri Alzheimerfelagið eisini átti sín leiklut.

  • Felagið hevur skipað fyri almennum fundum í øllum eldraøkjunum fyri at finna fram til, hvør tørvurin er kring landið og á tann hátt at fáa íblástur til, hvørjum arbeiðast skal við og hvussu.
  • Felagið stuðlar og hevur stuðlað fleiri granskingarverkætlanum.
  • Felagið hevur skipað fyri avvarðandibólkum og skeiðum fyri avvarðandi.
  • Felagið hevur Demenslinju, tlf 788012, ið svarar týskvøld millum kl 18 og kl 20.
  • Felagið er rødd teirra sjúku og avvarðandi teirra. Tí hevur felagið eisini skipað fyri fleiri pallborðsfundum við politikarum og øðrum viðkomandi fólkum innan hetta økið.
  • Eftir at felagið gjørdi vart við vantandi tilboð til fólk yngri enn 67 ár við demensi, gjørdist Skotarók veruleiki. Hesi fólkini eru undir Almannaverkinum, sum  rekur Skotarók.
  • Felagið gjørdist limur í MBF, nú Megd, í 2004, og ikki kann annað sigast enn, at tað er og hevur verið ein stórur fyrimunur fyri felagið, bæði viðvíkjandi stuðli í sambandi við innivist og annars øðrum viðurskiftum yvirhøvur.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024