Vit geva Elini orðið

mars 22, 2021

Sunnudagin 21. mars, á altjóða Down syndrom degi, varð nýggja yrkingasavnið eftir Elina A. Løkin lagt fram í Skótahúsinum við Løkin.

Ein fagnaðardagur við røðum og sangi. Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt yrkingasavn við eini greiðari rødd á brekøkinum verður lagt fram.

Á sprotin.fo stendur at lesa um høvundin:

Elin Abrahamsdóttir Løkin er fødd 6. februar 1986. Hon býr í Saltangará. Henni dámar væl at brodera, tekna og mála, og henni dámar væl at yrkja og syngja. Elin skrivaði sínar fyrstu yrkingar í 2015.

Hon yrkir um tað, sum fyllir løtuna. Yrkir um sínar tankar um mál, ið leika á, um skapanina, um næstringar. Mamman hjálpir henni við at seta yrkingarnar upp. Stundum hugleiðir Elin um tað at vera menniskja og um lívið. Stundum letur hon tilveruna í ævintýrakendan hugaheim.

Á baksíðuni á litfagra yrkingasavninum setendur:

Eg eri ein av teimum,
sum hava Down syndrom,
eg eri bara fødd soleiðis,
ein kærur eingil,
sum ein fuglur, ið syngur.

MEGD ynskir Elini hjartaliga tillukku við yrkingasavninum, sum nú fæst til keyps í bókabúðunum.

Eitt av málunum, sum MEGD seinastu árini hevur arbeitt við at broyta, er stóra avbjóðingin, at eingin lóg verjir fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. MEGD hevur víst á, at fleiri hava verið noydd at flyta úr egnum heimi til familju ella størri búfelagsskapir, tá ið verkfall hevur verið. Neyðugt er at arbeiða í friðartíð og gera avtalur, ið tryggja, at hetta ikki aftur kemur fyri.

Við vón um, at politiski myndugleikin tekur hetta í størsta álvara og fær hetta uppá pláss, loyva vit okkum at endurgeva eina av yrkingunum í savninum her.

Verkfall

Eg hopi, at eg sleppi aftur til mítt koparslott.
Nú havi eg verið nakrar dagar heima hjá mammu og pápa,
og tað er eisini gott.
Í koparslottinum geri eg mangt og hvat,
hyggi millum annað at disneyfilmi,
tekni, perli og lurti eftir Bóltinum.
Tað er gott at njóta friðin.
Tá eg skal okkurt, fari eg undir brús,
og síðani pynti eg meg.
Eg elski at vera inni hjá mær sjálvari.
Eingin skal bestemma yvir mær,
eg geri, sum eg vil.
Nú hopi eg, at streikan verður av,
so eg kann fara heim aftur til mín sjálvs
og koma aftur til arbeiðis.
Eg orki ikki fyri verkfalli.
Nú mugu politikararnir tosa um tingini og samráðast,
soleiðis at øll skulu fáa góða løn,
tað er eingin bøn.
Tað er ikki gott at verða útblakaður
úr sínum egna koparslotti!
Eg stúri ongum fyri,
tað er bara so,
eg livi mítt egna lív.
Tað er best fyri meg at vera mín egna stjørna.
Eg ynski, at øll í løgtinginum skulu hava tað gott.
Tey, sum eru í parti við mær, eru
Aksel V. Johannesen
Jógvan á Lakjuni og Sonja Jógvansdóttir,
Páll á Reynatúgvu er eisini fínur,
Magnus Rasmussen er sterkur og fantastiskur,
og Tórbjørn Jacobsen gongur so glaður og fróur.
Øll hesi skulu leggja hond á borðið
og geva orðið
til hini, sum eru í streiku,
og finna eina loysn
so at verkfallið fær ein enda.
Eg havi einki meir at siga beint nú
enn at ynskja øllum eitt gott nýggjár.

2. januar 2018

Seinastu tíðindi

Brekpolitikkur er samfelagpolitikkur

mai 2, 2024

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024