Kanna livikorini hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum

apríl 16, 2021

Týsdagin var granskingarverkætlanin um livikor hjá fyritíðarpensjonisum í Føroyum sjósett. Hetta er ein granskingarverkætlan, sum byggir á livikorkanningina, sum fyrstu ferð varð gjørd í 2007.

Sambært grein 31 í ST sáttmálanum skulu limalondini átaka sær at savna hóskandi upplýsingar, eisini hagtals- og granskingartilfar, sum ger tey før fyri at orða og seta í gildi reglur, ið seta sáttmálan í verk. Í Føroyum mangla hagtøl fyri brekøkið og demografisk lýsing og tørvslýsing av økinum. Við hagtølum er lættari at fáa eina greiða mynd av støðuni.

Nakað av føroyskum tilfari er tó. Granskingardepilin fyri økismenning og MEGD (tá MBF) stóðu í 2007 fyri at fáa eina kanning gjørda um livikorini hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum. Tað var ein spurnarkanning, sum Olga Biskopstø og Martha Mýri stóðu fyri. Kanningin varpaði ljós á viðkomandi evnir á brekøkinum.

Les kanningina frá 2007 her.

Í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya fer MEGD nú undir nýggja granskingarverkætlan, ið skal lýsa livikor hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum. Aftur verður Olga Biskopstø granskingarleiðari, og hesa ferð er Anna Katrin Matras hin granskarin.

MEGD ynskir Olgu og Annu Katrini góðan arbeiðshug. Seinni í ár verða úrslitini løgd fram.

MEGD takkar Betri Stuðulsgrunninum og Sjúkrakassagrunninum fyri fíggjarligan stuðul til verkætlanina.

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024