4: Tí eru vit sjálvboðin

apríl 17, 2021

"Tí eru vit sjálvboðin" var yvirskriftin í nýggjasta MEGD-blaðnum, har limafeløgini settu orð á, hví tey gjørdust sjálvboðin. Sjálvbodna arbeiðið í limafeløgunum hevur ósigiligan týdning fyri samfelagið alt. Komandi vikurnar hoyra vit limafeløgini svara, og í dag er tað Javni, Nýrafelagið og Parkinsonfelagið.

Javni
- felag hjá fólki við menningartarni og familjum teirra

Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði?

Javni er skipað við eini starvsnevnd og fimm økisnevndum kring landið. Nevndararbeiðið er alt sjálvboðið, og tey flestu, sum eru virkin í hesum nevndunum eru avvarandi hjá fólki, ið hava menningartarn. Harafturat er Spyr Meg-nevndin, ein nevnd við fólki, ið sjálv hava menningartarn. Av tí at tey flestu av okkum so ella so hava menningartarn tætt inn at lívinum, kenna vit væl tær avbjóðingar, ið kunnu vera. 

Umframt tey, ið manna nevndirnar hjá Javna, eru eisini onnur sjálvboðin, ið eru virkin og koma uppí eftir tørvi. Hesir stuðlar hava eisini ómetaliga stóran týdning fyri felagið, og vit kundu ikki vera teir fyri uttan.   

Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði?

Sjálvandi er tað ymiskt, hvat motiverar fólk til at verða við í sjálvbodnum arbeiði, men ein høvuðsmotivatión er helst eitt ynski um at hjálpa øðrum og gera mun. At verða saman um nakað, ið kann betra viðurskiftini hjá hesum málbólkinum er harumframt persónliga mennandi, og tú lærir og fært nýggjar royndir. Annað, ið nøkur av teimum sjálvbodnu siga, er, at tað er stuttligt, tey fáa eitt størri netverk, og tey fáa brúkt sína vitan og royndir. Hjá fleiri er tað at vera virkin í sjálvbodnum arbeiði ein áhaldandi táttur. At gera ein mun fyri onnur kennist gott og er drívmegin fyri at halda áfram.

Hvørji tilboð bjóða tit limunum?

Javni skipar eftir tørvi og umstøðunum annars fyri størri og smærri tiltøkum, ið hava við okkara málbólki at gera. Okkurt er afturvendandi, meðan annað er eftir tørvi. Vit fylgja við, hvat rørir seg á økinum og royna at møta tørvinum. Okkara limir kunnu altíð seta seg í samband við felagið, tá ið tey ivast í onkrum, ella teir hava brúk fyri at práta við onkran. Vit hava eisini ein foreldrastuðulsbólk, ið eftir førimuni er fúsur at stuðla og hjálpa øðrum foreldrum.

 

Nýrafelagið 

Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði?

Nýrafelagið varð stovnað í 1992. Endamál felagsins er at virka fyri og stuðla teimum nýrasjúku við serligum atliti at dialysusjúklingum og transplanteraðum. At veita upplýsing og ráðgeving um nýrasjúku og at samarbeiða við onnur feløg, ið virka fyri at bøta um kor teirra, ið bera brek í Føroyum og uttanlands.

Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði?

Nýrafelagið arbeiddi miðvíst fyri at fáa eina dialysudeild at virka í Føroyum og at fáa serlækna í nýrasjúkum settan í starv í Føroyum. Tíbetur eru bæði ein dialysudeild og serlækni á Landssjúkrahúsinum, og soleiðis hevur verið í fleiri ár. Hetta var eitt stórt framstig hjá nýrasjúklingum í Føroyum. Kanska hevur hetta havt við sær, at nýrasjúklingar hava ikki fyri neyðini í líka stóran mun at vera limir í einum sjúklingafelag, men felagið roynir eftir førimuni at skipa fyri upplýsandi tiltøkum. Av og á vitja vit á dialysudeildini at tosa við brúkarnar og starvsfólkini.

Hvørji tilboð bjóða tit limunum?

Tíverri eru fáir limir í Nýrafelagnum, og tí eru tað ofta tey somu fólkini, sum manna nevndina ár um ár, og tá er vandi fyri, at nevndarlimir brenna út, men vit vilja sjálvandi at varðveita felagið og fáa meira lív í, so okkara ynski er at fáa fleiri virkandi limir.

Føroyska Nýrafelagið er limur í danska felagnum, og limirnir fáa blaðið Nyrenyt. Vit hava eisini ein lim í aðalnevndini hjá Nyreforeningen.

Nýrafelagið er limur í MEGD, har vit hava gleði av at hitta og samstarva við onnur sjúklingafeløg.

 

Parkinsonfelagið

Parkinsonfelagið varð sett á stovn í 1990 eftir áheitan frá meginfelagnum. Viðtøkur felagsins siga, at av teimum fimm nevdarlimunum eigur minst eitt umboð at vera fyri avvarðandi, eitt fyri sjúklingarnar og eitt umboð við fakligari útbúgving á økinum. 

Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði?  

Grundin til at vera við er, at vit kenna støðuna og vilja vera við at geva okkara íkast til at betra um viðurskiftini hjá parkinsonsjúklingum og teirra avvarðandi. Vit skipa fyri tiltøkum, fyrilestrum og hugnaløtum, har fólk møtast og hava tað hugnaligt. 

Eisini er hetta eitt gott høvi at seta seg inn í støðuna hjá fólki, ið hava Parkinson, og teirra avvarðandi og soleiðis seta mál fyri og seta tiltøk í verk, ið kunnu lætta um gerandidagin.

Hvat ger, at tit halda fram at gera sjálvboðið arbeiði?

Drívmegin at vera í hesum arbeiði er, at undirtøkan er góð, tað er gott at møtast, og fólk lata væl at. Og at vit kunnu gera okkara ávirkan galdandi mótvegis myndugleikum við at samskifta um dygdina av viðgerðartænastum og venjngartilboðum til sjúklingin fyri at betra um gerandisdagin hjá parkinsonsjúklingum og teirra avvarðandi.

Hvørji tilboð bjóða tit limunum og hví?  

Viðtøkur felagsins siga, at skipað eigur at verða fyri minst fýra limafundum og einum upplýsandi tiltaki um árið. 

Vit hava havt ymisk tiltøk. Limafundir um landið annaðhvørt ár. Tað riggar sera væl. Vit hava eisini tiltøk fyri avvarðandi, har psykologur er við. 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024