Gott at hava góð kort á hondini

juni 16, 2021

Tørvar tær ella onkrum, sum tú kennir, parkeringskort ella fylgjarakort, so er at søkja nú.

MEGD skrivstovan fer í summarfrí í juli, og fara vit at heita á tykkum um at søkja um fylgjarakort og parkeringskort nú, so kortini kunnu brúkast í summarfrítíðini.

Fylgjarakortið hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið bera brek, og tískil hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast ella luttaka í ymiskum tiltøkum, hava rætt til at taka fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil ella atgongumerkið fyri fylgjaran. Fylgjarakort verður útflýggjað fólki, ið bera brek, og sum orsakað av breki teirra hava tørv á at hava fylgjara við sær, tá ið tey ferðast ella fara til ymisk tiltøk.

Støð har kortið er galdandi eru:

  • Norðurlandahúsið
  • Søvn Landsins
  • Listasavnið
  • Tjóðpallurin
  • Ítróttarsamband Føroya
  • Strandferðslan 
  • Smyril Line
  • Tiltøk, ið kommunurnar stuðla
  • Avtala er eisini gjørd við Atlantic Airways, har fylgjarin hjá tí ferðandi fær 50% í avsláttri av grundprísinum, tó ikki av ferða- og avgreiðslugjøldum og øðrum serprísum. 

Parkeringskortið er eitt serligt kort, sum verður útgivið til persónar við avlamni, sum lúka treytirnar í § 6 í Kunngerð um parkeringskort fyri persónar við avlamni (Parkeringskort fyri persónar við avlamni). Við hesum korti kunnu fólk parkera á tilskilaðu parkeringsbásarnar bæði í Føroyum og uttanlands. 

Trýst her! Her finnur tú umsóknir. 

Gott er at hava góð kort á hondini.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024