Nú ber til at søkja um parkeringskort til stovnar

juni 21, 2021

Nú er møguligt hjá stovnum at søkja um parkeringsstovnskort sambært kunngerð um parkeringskort og stovnskort fyri persónar við avlamni, sum seinast broytt við kunngerð nr. 17 frá 16. februar 2021.

Á heimasíðu okkara er oyðublað og upplýsingar um stovnskort her.

Stovnskort verður útgivið til bústovnar/stovnar, sum uppfylla treytirnar í § 9 a og b.

§ 9 a. 1) Stovnskort verður útgivið og endurnýggjað til eitt akfar, sum er knýtt at:
1) røktarheimi, sbrt. § 13, stk. 2, nr. 1 í løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt m.v.,
2) eldrasambýli, sbrt. § 13, stk. 2, nr. 2 í løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt m.v.,
3) dagstovna- og frítíðarvirksemi, sbrt. § 39 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur,
4) virknistænastu, sbrt. § 40 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur,
5) umlættingarstovni, sbrt. § 41 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur,
6) fyribils bústaði, sbrt. § 45 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur,
7) vardum bústaði, sbrt. § 46 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur,
8) serligum bútilboði, sbrt. § 47 løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, ella
9) dagtilhaldi til dement.

Stk. 2. Útgáva av stovnskorti er treytað av, at tað á stovninum, sbrt. stk. 1, eru ein ella fleiri borgarar, sum eru sera illa gongdir, hava varandi niðursett evni at virka ella onnur líknandi heilsulig viðurskifti, sum í stóran mun skerja evni ella ger tað trupult at ferðast.

§ 9 b. 1) Eitt stovnskort kann bara brúkast í Føroyum, og bara í sambandi við flutning av borgarum knýttir at stovnum, sum eru nevndir í § 9 a, stk. 1, nr. 1-9, og sum hava ein tørv, sum ger, at teir hava brúk fyri einum stovnskorti, sbrt. § 9 a, stk. 2. Stk. 2. Eitt stovnskort má bert nýtast í tí akfari, sum loyvið er givið til.

Seinastu tíðindi

”RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ OG VEITT EFTIR TØRVI”

mars 20, 2026

”SAMA TÆNASTUSTØÐI TIL 55.000 FÓLK, TAÐ MUGU VIT KLÁRA”

mars 19, 2026

”HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFELAGIÐ AT FORELDUR IKKI SLEPPA TIL ARBEIÐIS?”

mars 18, 2026

”TAÐ NYTTAR EINKI AT HAVA EINA FLOTTA LÓG OG SO IKKI SETA PENGAR AV”

mars 16, 2026