Nýggjasta
Við vón um eitt gevandi tingár
juli 29, 2021
Fyrst fer MEGD at ynskja øllum eina góðu ólavsøku. Eftir tekstaða og teknmálstulkaða gudstænastu í Havna kirkju í dag, varð tingið sett. Bárður á Steig Nielsen helt ólavsøkurøðu løgmans við heitinum „Trivnaður, tryggleiki og vøkstur”.
Jens Kristian Vang tók myndina, tá ið ólavsøkan 2021 varð sett - við teknmálstulki.
Tað er hvørt ár forvitnisligt at hoyra røðu løgmans, tí her greiðir hann frá støðu landsins og tí, sum ætlanin er at halda fram við og at fremja í komandi tingár.
Áhugavert verður eisini at fylgja við umrøðuni av røðuni á tingfundinum týsdagin 3. august.
Við nøkrum brotum niðanfyri úr røðu løgmans, ið eru viðkomandi fyri brekøkið, gleðir MEGD seg til gott og mennandi samstarv við allar politisku flokkarnar komandi tingár.
- Bústaðir hava fingið út móti hálvari milliard at byggja fyri komandi árini. Av hesum skal umleið helvtin brúkast til at fíggja búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi, barnaverndarstovnar og lestrarbústaðir.
- Royndarskipan við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð og hjálp til ung er sett í verk. Skipanin er longu nógv brúkt, so tørvurin er stórur.
- Vit endurskoða fólkaskúlalógina, dagføra tíma- og lærugreinabýtið og raðfesta arbeiðið hjá flokslæraranum. Trivnaðurin í fólkaskúlanum skal eisini raðfestast, tí tá ið eitt barn ikki trívist, verður verri at læra.
- Ung við sálarligum avbjóðingum skulu hjálpast til at megna eina miðnámsútbúgving, serbreytin á miðnámi skal bjóðast út fleiri staðir og Rásin verður liðugt útbygd og fer at kunna taka 14 næmingar inn árliga.
- Fróðskaparsetrið skal støðugt mennast.
- Yrkisútbúgvingarnar skulu mennast.
- Útgreinað verður skjótari fyri demens, víðkað virksemið við MR-skannara, og vit hava hækkað játtanina til ADHD viðgerðarstovu.
- Saman við Novo Nordisk grunninum vilja vit geva diabetikarum betri viðgerð.
- Góð viðgerð krevst somuleiðis, tá ið vit av ymsum orsøkum missa førleikar. Tí fáa hesi nú fleiri nýggj tilboð um at endurvenja og endurmenna seg. Endurvenjingin er vegurin inn aftur í lívið.
- Tá ið sjúka er staðfest, ræður um at fáa skjóta viðgerð. Við viðgerðartrygdini skal eingin bíða eftir viðgerð longur enn 30 dagar.
- Sett verður í verk ein skipan við sorgarfarloyvi. Soleiðis kunnu foreldur, sum missa barn yngri enn 18 ár, syrgja í friði uttan at stúra um mista inntøku.
- Tey, sum gerast langtíðarsjúk, mugu tryggjast betur. Tí leingja vit tíðarskeiðið, har tú kanst fáa dagpening.
- Vit skulu virða verkfallsrættin, men verandi støða er ikki haldgóð. Her skal ein betri loysn finnast.
Seinastu tíðindi
Friðaðar kirkjur mangla virðiliga atkomu
oktober 24, 2025
Støði, viðlíkahald, rakstur, tól, amboð, innbúgv o.a. í heilsumiðstøðum
oktober 23, 2025
Ráðgevandi nevndin hjá Brekumboðnum er nú sett
oktober 20, 2025
Fíggjarpolitiskt regluverk
oktober 15, 2025